Marrokanski filmurin, "Øll elska Douda" verður fluttur til eftir ársskiftið.
”Seinasti víkingurin” er nýggjasti filmur frá Anders Thomas Jensen (f.1972), danska meistaranum at siga skemtisøgur við einum svørtum og ofta anarkistiskum broddi, sum til dømis ”Blinkende lygter” (2000), har innkrevjarin í donsku kriminellu undirverðini eitir ”Færingen”, og skræðir turran fisk í seg við svenskari dialekt.
Í nýggja filminum ”Den Sidste Viking” síggja vit Mads Mikkelsen sum Manfred og Nikolaj Lie Kaas sum Anker.
Eftir fimtan ár í fongsli, verður ránsmaðurin og serlingurin, Anker, latin leysur. Bróðurin, Manfred, er hin einasti, sum veit, hvar pengarnir frá stóra ráninum eru.
Men eftir ein tilburð, er hann raktur av iva og minnismissi, sum ger, at hann ikki er vissur í, hvar pengarnir eru.
Tí gera brøðurnir av, at fara til barndómslandið, økið har teir vuksu upp, at finna pengarnar, men eisini at finna fram til og avdúka, hvørjir teir í veruleikanum eru.
”Seinasti víkingurin” er sætti filmur, sum Anders Thomas Jensen leikstjórnar, og á sætta sinni samstarvar við tvær av fremstu stjørnunum í donskum filmi í dag, Nikolaj Lie Kaas og Mads Mikkelsen.
Onnur leikandi eru Sofie Gråbøl, Lars Brygmann, Bodil Jørgensen, Søren Malling, Nicolas Bro og Lars Ranthe.
Anders Thomas Jensens hevur fyrr gjørt vælumtóktar filmar sum ”Blinkende lygter” (2000), ”De grønne slagtere” (2003), ”Adams Æbler” (2005) og ”Retfærdighedens ryttere” (2020).
15/10 kl 20:00 Den sidste viking (Anders Thomas Jensen Danmark 2025 115 min)
##med2##