- Tað hava verið nøkur fá smáttaríir, og einasta veruliga málið var, at ein bilur rendi á í Skopun í morgun.
Soleiðis sigur vakthavandi á politistøðini í Havn um náttina, sum farin er.
Umframt nøkur fá smáttaríir, var tað ein bilførari, sum rendi á í Skopun í morgun.
- Vit fingu fráboðanina um 8-tíðina i morgun, og tað vísti seg, at talan var um rúsdrekkakoyring, sigur vakthavandi á politistøðini.
Bilførarin er handtikin, og er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.