Settu eld á bingju á Eiði

Í Havn høvdu ungir dreingir skaffað sær fleiri dunkar av spritti og settu eld á

Um 18 tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í eini bingju á Eiði. Har fann løgreglan útav, at tað vóru tveir smádreingir, sum høvdu sett eld á nakað av flamingo, sum lá í eini bingju. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at av tí at talan var um smádreingir, var frágreiðig skrivað til sosialu myndugleikarnar.

Um 22 tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var í einum dunki við Tinghúsvegin í Havn. Talan var um dunk við spritti í, sum eldur varð settur á. EIngin vandi var fyri, at eldur spreiddi seg. Løgreglan kannaði, hvar slíkir dungar verða seldir, og tað vísti seg, at ungir dreingir høvdu skaffað sær fleiri slíkar dunkar. Hetta málið verður nú kannað víðari.