Bommavgjald
Tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, er er upphavsmaður til umstrídda
bommavgjaldið.
Bill Justinussen sigur, at hann hevur fleiri ferðir skotið upp at hækka avgjaldið á sodavatni og hann tekur fult undir við, at tað nú verður hækkað.
Síðani tað kom fram í ljósmála, at ætlanin er at hækka avgjaldið á sodavatni einar tvær krónur fyri liturin, hevur stóri spurningurin verið um hetta hevur verið fyri at fylla eitt hol í landskassanum ella um hetta hevur verið fyri at avmarka nýtsluna.
Sjálvur hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum alla tíðina hildið fast um, at tað er av heilsuligum ávum, at avgjaldið á sodavatni hækkar og at endamálið er at avmarka nýtsluna.
Næstan øll hini hava tvíhildið um, at hetta var eina og aleina fyri at fáa nakrar krónur eyka í landskassan.
Men nú váttar Bill Justinussen, at tað er hann, sum vil, at avgjaldið skal hækka og staðfestir sostatt frágreiðingina hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um, at tað er eitt heilsumál, at hækka avgjaldið.
? Mítt endamál við hesum er at verja heilsuna hjá børnunum og teimum ungu, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at øll, sum hava við børn og ung at gera, øtast yvir, hvussu nógv sodavatn tey drekka.
? Tað verður meiri og meiri vanligt, at børn heilt niður í 10 ár fáa tað slagi av sukursjúku, sum vit á mannamunni nevna gamlamanna - sukursjúku og tað var at kalla ókent fyrr.
? Og talið á hesum børnum bara økist og mugu vit royna at byrgja upp fyri, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at tann stóri trupulleikin er, at vit síggja ikki fullu avleiðingarnar av hesi vaksandi nýtsluni, fyrrenn um eini 20-30 ár, tá í fleiri ára ?misbrúk? fer at merkjast aftur í heilsuni á fólki.
Spurningur um hetta er nóg mikið
Bill Justinussen sigur, at hann følir avgjørt ábyrgd á hesum øki og hann sigur, at tað er ein spurningur, um avgjaldið, sum nú verður lagt á sodavatn, er nóg mikið.
? Avgjaldið,vit nú leggja á, broytir kanska ikki tað stóra. Men tað er so fyri at vísa fólki, hvat vit halda um hesi viðurskiftini.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann nú fer at seta kanningar í verk fyri at fáa turr tøl á borðið fyri, hvussu mat- og drekkivanarnir hjá børnum og ungum eru.
Hann sigur at úrslitið av teimum kanningunum verða síðani brúktar at leggja politikkin frameftir til rættis. Tí kann tað eisini enda við, at avgjaldið fer enn longur upp.
Bill Justinussen heldur nevniliga, at avgjaldið kundi saktans verið hægri.
?Eg haldi, at endamálið við avgjaldinum skal vera, at tað skal merkjast ordiliga.
Men, hvussu høgt avgjaldið skal vera, vil hann ikki siga enn.
? Lat okkum fyrst síggja, hvussu hetta avgjaldið virkar. Lat okkum so eisini síggja, hvat úrslitið verður av teimum kanningum um matvanarnar, vit nú fara at gera. Úrslitið av øllum tí verður so grundarlagið undir, hvat vit fara at gera frameftir, men endamálið er heilt greitt, at nýtslan av sodavatni og góðgæti skal minkast, sigur Bill Justinussen.