Bilsin at økingin í happingini er so stór

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við til at gera trivnaðarkanningina í fólkaskúlanum, sum júst er løgd fram. Hon var eisini við til at gera trivnaðarkanningina í 2019. Úrslitini í undanfarnu kanningunum vístu eina minking, tá ið talan er um happing – samanborið við úrslitið í fyrstu kanningini av hesum slagi, sum varð gjørd í 2007.

 

- Eg hevði ikki væntað hetta úrslitið. Eg eri bilsin av, at økingin í happingini er so stór, og at trivnaðurin er minkaður so munandi sum heild, tí vit vóru í eini góðari gongd við minking frá kanning til kanning. Varhugan at vit vóru í eini góðari gongd hava vit eisini havt, tá ið vit hava tosað við skúlar, hóast teir siga frá nógvum næmingum, sum hava serligan tørv.

 

Høvuðsúrslitið av trivnaðarkanningini er ikki tað einasta, sum Erla Olsen er bilsin av. Fyri tíggju árum síðan var hon við til at gera kanning millum næmingar í 8. og 9. flokki um hugburð til skúlagongd og læring. Í nýggju trivnaðarkanningini eru nakrir av somu spurningunum settir næmingunum sum í kanningini í 2013. Bæði tá ið talan er um, hvussu stuttligt næmingar halda, at tað er at ganga í skúla, og hvussu teimum dámar at læra, er talan um munandi versnandi hugburð. Øðrvísi er, tá ið talan er um, hvussu næmingar halda, at tað gongur teimum í skúlanum; tá er støðan óbroytt hetta tíggjúáratíðarskeiðið.

 

- Tað kemur óvart á meg, at hugburðurin til lærugreinirnar er so nógv broyttur. Teimum dámar at læra og ganga í skúla, men sjálvar lærugreinirnar verða ikki virðismettar soleiðis sum tær vóru fyrr. Talan er um stóra afturgongd, í summum lærugreinum sera stóra afturgongd.

 

Hetta sigur hon millum annað í eini grein, ið at lesa á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, skulabladid.fo, og har sæst greinin í fullari longd.