Talana var um eitt soloóhapp, har ein bilur kom ov langt út í vegjaðaran og fór út av vegnum.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at skaðin á bilin var stórur, men at fólkini í bilinum bert fingu smásnuddir. Annar personurin slapp ikki úr bilinum beinanvegin, tí hurðin fekst ikki upp. Men hann slapp út aðrar vegir. Tveir sjúkrabilar komu á staðið og fluttu fólkini á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Í Klaksvík varð boðað frá einum lítlum ferðsluóhappi æa Stangarbrúnni, og har varð eisini fleiri ferðir boðað frá bilum, sum stóðu ófantaliga parkeraðir. Vaktleiðarin sigur, at fólk hugsa seg ov illa um, tá tey seta bilarnar frá sær – og sera nógvir bilar standa parkeraðir ymsa staðni í Klaksvík, nú Summar Festivalur er.
Klokkan hálvgum trý í nátt var ein bilførari tikin fyri narkokoyring. Har var blóðroynd tikin av bilføraranum, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini.










