Klaksvík:
Av politistøðini í Klaksvík frætta vit, at maðurin helst fekk eitt dánilsi, meðan hann koyrdi, og sneiddi so oman av vegnum. Bilurin fór á rull og rullaði tvær ferðir runt, áðrenn hann steðgaði við ein stein, sum var har. Tað var sera heppið, at bilurin rakti steinin, tí ongin annar steinur er har í nánd, so um hann hevði farið við síðuna av, kann roknast við, at bilurin hevði rullað einar fimti metrar afturat.
Maðurin raknaði við aftur, tá bilurin fór á rull, og hann slapp sær út úr bilinum, tá hann var steðgaður og gekk niðan aftur á vegin sjálvur. Maðurin hevði fingið skaða í høvdið. Talan var um eina 20 sentimetrar langa skeinu um skallan heilt inn í kraniu. Hann bløddi sera illa, og tað er sera vandamikið - serliga tá hugsað verður um, at maðurin er hjartasjúklingur. Og tað at hann er hjartasjúklingur er eisini orsøkin til, at maðurin ikki sat í trygdarbelti. Hjartasjúklingar kunnu fáa eitt skrivligt, góðkent undantaksloyvi, sum tey so skulu hava við sær í bil, um at tey kunnu sleppa frá at sita í trygdarbelti.
Men ikki kann annað sigast enn, at eydnan rættiliga var við hesum manninum henda dagin. Um trýhundrað metrar longri niðri var ein bilur komin koyrandi. Bilførarin ætlaði at venda, tí hann tímdi ikki at koyra heilt niðan á Háls. Hann sá tilburðin og koyrdi niðan til mannin og fekk hann á sjúkrahúsið.
Bilurin, sum fór útav, gjørdist vrak.