Samstundis veksur kostnaðurin til fólkapensjón, sum í 2022 longu var komin upp á umleið 2 milliardir krónur — ein stórur partur av landskassanum fer til at fíggja pensjónir, og komandi árini verður talið bert hægri.
19. mai 2025, varð viðgerð í løgtinginum um uppskot um at útseta pensjónsaldurin frá 67 ár til 70 ár. Tikið aftur, men ikki endaliga slept.
Sagt verður, at hetta má gerast fyri at tryggja langtíðarhaldførið í búskapinum. Og tað eri eg sum so samdur í, tað sæst tíðiligt við at rokna frameftir, at hetta ikki er haldbart í longdini. Verandi samhaldsføsta skipanin, har nútíðar skattgjaldarar fíggja pensjónir til eldri, verður alsamt óhaldbarari við tíðini. Tað er tí alneyðugt at finna eina nýggja, rættvísa og fíggjarliga haldføra loysn.
Mítt Uppskot
Eg mæli til, at landið gevur hvørjum nýføðingi 75.000 krónur, sum verða lagdar í eina globala ETF-index, við eini væntaðum árligum vøkstri á 8%.
Tær verða bundnar, til viðkomandi fyllir 67 ár.
Hetta gevur eitt framtíðarvirði upp á:
75.000 kr × (1,08)^67 ≈ 13.015.261 krónur
Hetta er meira enn nóg mikið til eina sjálvstøðuga pensjón – og uttan at krevja eitt oyra frá framtíðar skattgjaldarum.
Hví 8%? Søguliga grundarlagið
Í yvir 70 ár hava partabrævamarknaðir víst seg at vera haldgóðir:
- S&P 500: 10–11% árliga (umleið 7–8% eftir inflatión)
- MSCI World Index: Líkandi avkast
- Hóast fíggjarkreppur, kríggj og heimsfaraløg hava breiðar ETF-íløgur givið støðug, góð avkast í longdini.
Stórur munur at byrja frá null ár
Vit síggja ein greiðan fyrimun við at byrja íløguna frá føðing til 67 ár tað gevur 13,0 milliónir krónur. Sama upphædd frá 18 ára aldri til 67: 3,26 milliónir krónur
At byrja tíðliga gevur fýrafalda virðið – við somu upphædd. Tað er egektin/ávirkanin av longri tíð og rentu yvir langa tíð.
Administratión og umsiting
Vit mæla til, at skipanin verður løgd undir Almannaverkið sum sjálvstøðug eind: - Fyrstu 67 árini: 2 fulltíðarstarvsfólk → Árligur kostnaður: 1 mió. kr
- Eftir 67 ár: 5 starvsfólk til útgjald og eftirlit → Árligur kostnaður: 2,5 mió. kr
Harumframt væntast ein minimalur umsitingarkostnaður upp á umleið 130.000 kr/ár (200 kr.,- fyri hvønn nýføddan), ið fevnir um kontuskipan, frágreiðingar og almennan opinleika.
Hvat við teimum, ið flyta burtur – ella flyta til Føroyar?
Vit mugu taka hædd fyri til og fráflyting:
- Tey, ið flyta burtur fast: Fáa avmarkað ella onki útgjalding, um tey ikki hava verið búsett í Føroyum stóran part av lívinum.
- Tey, ið flyta heim aftur: Sleppa at fáa sínar pensjónir, um teir hava bústað ella gjalda skatt í Føroyum.
- Tey, ið flyta til Føroyar sum vaksin: Verða partur av verandi pensjónsskipanum ella arbeiðsmarknaðarpensjón.
Eitt møguligt stigvíst ískoyti kann gerast galdandi fyri yngri tilflytarar, við arðari upphædd alt eftir aldri.
Hvussu nógvir liva til 67?
Av 650 børnum fødd árliga, væntast sambært OECD/Norðurlondum umleið 572 at liva til 67 ár (88% yvirliva). Tað merkir, at ikki øll 650 fáa útgjald – hetta skapar ein tryggingarbugar, sum styrkir fíggjarliga haldførið.
Fígging og haldføri
75.000 kr × 650 børn = 48,75 mió. Kr.,- árliga Hetta er bert 0,4% av landsfíggjarlógini Kann fíggjast við:
- Umraðfesting av verandi útreiðslum
- Tilfeingisrentum (t.d. fiskivinna)
Eingangsskattur: Rættvísi og afturføring til samfelagið
Tá borgarar fáa sína pensjón útgoldna, tá teir blíva 67 ár, verður ein fastur og einfaldur eingangsskattur kravdur inn, upp á 8% av samlaðu uppsparingini. Hetta tryggjar, at tey, ið hava havt ágóðan av skipanini, eisini geva eitt lítið íkast aftur til samfelagði.
Við eini miðal uppsparing upp á 13 milliónir krónur og 572 pensjónistar á hvørjum ári, gevur hetta:
→ Uml. 595 milliónir krónur í eini ársinntøku til landið.
Hetta er eitt varandi, og rættvíst íkast til landskassan, ið kann nýtast til eldraøkið, innflytarar, heilsuverkið, ella sum íkast til pensjónsskipanina sjálva.
Borgarin fær framvegis 92% av síni uppsparing — umleið 12 milliónir krónur — og skipanin er sostatt bæði samfelagsliga ábyrgdarfull og persónliga trygg.
Samfelagsbúskaparligur fyrimunur
Tá skipanin er fult sett í verk, og tey fyrstu nýføddu eru komin til pensjónsaldrin (67 ár), fær landið ein stóran fíggjarligan fyrimun. Við verandi pensjónsútgjaldum upp á 2 milliardir krónur um árið, kundi landskassin spart hetta talið á hvørjum ári eftir 67 ár.
Samanlagt, yvir 33 ár (ár 67 til 100), hevði sparingin verið:
- Nominelt: 66 milliardir krónur
Hetta vísir, at uppskotið ikki bert tryggjar eldri eitt virðiligt lív – men eisini veitir ein langtíðar fíggjarligan búskaparligan vinning fyri alt samfelagið.
Hví henda skipanin er betri enn verandi samhaldsførsla
Verandi “pay-as-you-go” -skipanir eru útbreiddar kring heimin, men tær hava fingið álvarsligar trupulleikar í fleiri londum.
Hetta er tí, tey eldru gerast fleiri, og tey arbeiðandi gerast færri. Her eru nøkur dømi:
**Japan**: Elsta samfelagið í heiminum. Pensjónsskipanin er undir stórum trýsti, tí arbeiðsstyrkin minkar. Lønir og skattir eru undir trýsti fyri at fíggja vaksandi útreiðslur.
**Frakland**: Í 2023 vóru stór mótmæli, tá pensjónsaldrin varð hækkaður úr 62 til 64 ár. Tað vísti, hvussu stóra mótstøðu og politiskt vandamikilar slíkar broytingar kunnu føra við sær.
**Týskland**: Við aldrandi fólki og hækkandi lívialdri eru stórar rættingar í skipanini neyðugar. Tað kann krevja bæði hægri skatt og lægri útgjald.
**USA**: Social Security stendur í vanda fyri at verða undirfíggjað áðrenn 2035. Tað merkir, at komandi pensjónistar fáa niðurskornar útgjaldingar.
Føroyar hava enn møguleikan at seta eina haldføra skipan í verk, áðrenn vit koma í líknandi trupulleikar. Við einum framtíðaríløgugrundaðum grunni tryggja vit:
- Fíggjarliga sjálvbjargni
- Politiskan frið
- Rættvísi yvir ættarlið
Niðurstøða
Við einari eingangsíløgu frá føðing, kunnu vit veita komandi pensjónistum ein virðiliga, sjálvfíggjaða pensjón – uttan at leggja byrður á framtíðar skattgjaldarar. Hendan skipanin byggir á søguligt haldføri, sosialum javnrætti og fíggjarligari ábyrgd. Við smáum íløgum í dag, skapa vit trygd í ættarlið fram.
“Eitt samfelag veksur til stórleika, tá gamlir menn/kvinnur planta trø, sum teir vita, at teir ongantíð fara at hvíla í skugganum av.”