MRCC Tórshavn boðar frá, at Dettifossur, eitt av farmaskipunum hjá Eimskip, í gjár misti 20 bingjur fyri borð. Bingjurnar vóru mistar á leiðini 63.01.4 norður og 009.52.5 vestur, vestur móti markinum til Íslands.
Dettifossur var á veg úr Føroyum til Íslands, men sum skilst er talan um bingjur, ið skuldu av meginlandinum til Íslands.
Tað var høg alda og ringt veður norðanfyri Føroyar í gjár, og var hetta orsøkin til, at bingjurnar fóry fyri borð.
MRCC ávarar bátar og skip um bingjurnar, tí vandi er fyri, at spísku hornini á bingjunum kunnu gera hol á skipssíður. Væntandi fara bingjurnar at søkka, men tað velst um, hvussu tungar tær eru og hvussu tær eru pakkaðar, sigur vakthavandi á MRCC.
Hetta er triðju ferð seinastu tíggju dagarnar, at skip hjá Eimskip missa bingjur. 14. desembur misti Godafoss fýra bingjur norðanfyri Føroyar, meðan Dettifossur 13. desembur misti tríggjar bingjur vestanfyri Hetland.