Dagny Joensen
Kendi føroyavinurin Birgitta Hylin andaðist í heimi sínum í Stockholm 6. apríl.
Birgitta Hylin var kend fyri sítt virksemi at kunna sviar um Føroyar og mentanarligu viðurskiftini her. Hon hevur umsett fleiri føroyskar bøkur til svenskt mál.
Serliga virkin var Birgitta Hylin í felagnum Svøríki -Føroyar, sum hon stovnaði í 1973. Hon var formaður í felagnum til 1983. Hóast hon gavst sum formaður, var hon frameftir virkin í felagnum.
Ferðast víða um við bandspælaranum
Birgitta Hylin kom til Føroya á fyrsta sinni í seinast í fimtiárunum. Hon ferðaðist víða um landið við bandspælara sínum, og tók upp søgur, sangir og kvæði, sum hon fekk eldri fólk at siga frá.
Hon hevði stóran alsk til málið og vísusang, og umsetti fleiri bøkur, eitt nú skaldsøgur eftir Heðin Brú. Hon gjørdi eisini eina svensk - føroysk orðabók,
Í Svøríki ferðast Birgitta Hylin víða og helt fyrilestur um føroyk viðurskifti og hon rakk eisini til Finlands, har hon gjørdist heiðursborgari í Vinarfelagnum Finnland-Føroyar.
Birgitta Hylin hevði altíð í huga at kunna um føroysk viðurskifti. Ringdi tú til hennara, og hon ikki var at hitta, var føroyskt vísulag á telefonsvararanum, sum fólk kundu lurta eftir, til tey fingu hana í talu.
Birgitta Hylin bleiv 82 ára gomul.