Bitland verður partafelag

Føroysk feløg og fyritøkur í KT vinnuni stovnaðu í gjár eitt partafelag, sum skal hava til endamáls at gera Føroyar kenda í KT heiminum

Smápartafelagið Bitland varð í gjár stovnað á fundi í Havn. Endmálið er at føra hugsaninar, sum komu fram í Bitland verkætlanini, sum gjørd varð í fjør víðari, eins og at náa vinnuligum frama fyri Føroyum uttanlands, siga fyrireikararnir.
Ein teirra, sum stendur fyri fyrireikingunum, er Tróndur Djurhuus, menningarstjóri á Føroya Tele.
Hann sigur, at við Bitland verkætlanini í huga, varð hildið skilabest at stovna eitt felag, sum kann hjálpa teimum feløgum og stovnum, sum arbeiða við KT, at koma víðari út í heim.
?Felagið skal stimbra fyritøkunum í at kappast innanlands og samstundis standa saman, tá vit fara út í heimin at kappast, sigur Tróndur Djurhuus. Hann sigur, at 12 fyritøkur og stovnar standa aftan fyri nýggja smápartafelagið.
Tað liggur í kortunum at stimbra nýskapan og altjóðagering av foryskari KT vinnu, sigur Tróndur Djurhuus.
Hann hevur vónir til, at júst nú er rætta løtan at gera hetta. Eisini sæð í tí ljósi, at samráðingarleiðarin í samgongusamráðingunum, sum eru um dagarnar, segði í samband við viðgerðina av vinnumálum, at hann metti tað neyðugt at gera eina vinnuliga satsing fyri at fáa gongd á búskapin aftur.
Hetta tekur KT vinnan sum eitt tekin um vinnuligar visiónir og vil taka møguliga komandi løgmannin upp á orðið og hjálpa honum við at seta hetta í verk, sigur Tróndur Djurhuus.
Stovnandi aðalfundurin var hildin eftir, at blaðið var farið til prentingar, og tí vita vit ikki, hvussu nevnd og stjórn síggja út.