Bjóða nýggja trygging

Kjarnutrygging kallar Suðuroyar Sparikassi nýggja tilboðið til viðskiftafólk síni. Talan er um eitt slag av lívstrygging, sum tó verður goldin út uttan um búgvið

Suðuroyar Sparikassi gongur í mongum egnar leiðir. Og nú bjóða teir sínum viðskiftafólkum eina nýggja trygging, sum teir nevna fyri kjarnutrygging.
Teir vísa á, at eitt stað millum 15 og 20 føroyingar í aldrinum 20 til 50 ár doyggja um árið, og tað svarar til ein út av hvørjum túsund. Tryggingin, sum Suðuroyar Sparikassi bjóðar, er í stóran mun ætlað at tryggja partnaranum, vil so illa til, at annar doyr.
Sparikassin sigur, at tá fólk doyggja, er familjan í stórari sorg og hugsar ikki altíð um peningaligu viðurskiftini. Við hesari tryggingini verður partnarin tryggjaður upp til eina millión krónur, og verður tryggingin útgoldin uttan um búgvið.
Hetta brýtur frá vanligari restskuldatrygging, har parturin fer inn í búgvið. Í einum tilhugsaðum dømi doyr maðurin. Húsini hava eitt virði av 1,5 milliónum krónum og skuldin er 1,1 millión. Frívirðið er sostatt 400.000 krónur. Við kjarnutrygging á eina millión verður búparturin hjá ávikavist manni og konu 200.000 krónur, konan arvar ein triðing og børnini tveir triðingar. Ognin hjá konuni verður tí eftir skiftið ein millión í kjarnutrygging, 200.000 krónur í búparti og 66.666 krónur, ið konan arvar frá manninum.
Sama dømi við restskuldatrygging verður búparturin hjá konu og manni 700.000 krónur – eina millión og 400.000 býtt í tvey – og tá arvar konan 233.333 krónur og konan hevur tá í ogn eftir skiftið 933.333 krónur eftir í sín lut.
Við kjarnutrygging arva børnini 133.333 krónur og so nógv skal partnarin gjalda út fyri at yvirtaka húsini, meðan við restskuldtrygging arva børnini 466.666, sum altso er upphæddin, sum konan í fall skal gjalda fyri at yvirtaka húsini.

Fyri øll
Nýggja kjarnutryggingin er altso fyrst og fremst fyri at tryggja sambúgvan ella hjúnarfelagan, men tað ber eisini til hjá til dømis einari fyritøku at tryggja stjóra sín ella leiðandi meðarbeiðarar.
Doyr ein stjóri í einari fyritøku knappliga, fær fyritøkan útgoldið pengarnar sum plastur á sárið, meðan leitað verður eftir einum nýggjum stjóra.
Annars er tryggingin ætlað familjum, giftum sum ógiftum, sambúgvandi, vinum og systkjum, virkiseigarum, leiðandi starvsfólkum í fyritøkum, fólki uttan skuld sum lívstrygging og fólki við skuld í øðrum peningastovnum, sum ynskja lívstrygging.
Einasta treyt fyri at tekna eina kjarnutrygging er, at viðkomandi hevur konto í Suðuroyar Sparikassa.
Nýggja tryggingin er sett saman í samstarvi við Betri Pensjón, men verður seld í deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa.
Kjarnutrygging kann teknast av fólki upp til 50 ára aldur, og tryggingarteknarin ger sjálvur av, um hann ynskir fasta ella lækkandi grundupphædd. Tryggingin er galdandi til tryggingartakarin fyllir 65 ár.