Bjóðaðu summarinum vælkomið

Summarhugnaløta var í skúlanum í Nólsoy í kvøld, har næmingarnir vístu fram frá einari námsferð í Árnafirði fyrr í vár.

Men tað vóru bert karmarnir, tí kvøldið byrjaði við sjónleiki, har elstu næmingarnir sýndu leikin, »Ger so væl, tygara hátign«, sum Gunnvør Joensen hevði leikstjórnað.

Síðani var felagssangur á skránni, har næmingarnir spældu undir. Fýra av teimum eldru gentunum spældu gittar, elsti drongurin spældi klaver, meðan tveir yngri dreingir spældu upp á smáar gittarar og heilir tríggir trummusláarar hildu taktina.

Eftir felagssangin var konsert á skránni. Og sigast má, at kvøldið gjørdist ikki bert hugnaligt, men sanniliga eisini hugtakandi, tí at hoyra so nógvar næmingar spæla var sanniliga nakað fyri seg.

Sum onkur segði, at tað var ikki í hvørjum skúla í landinum, at helmingurin av næmingunum spæla eitt ljóðføri.

Bjørn Teitur spældi Für Elize hjá Beethoven umframt eitt stykki hjá Grieg á klaver, og síðani spældi hann undir, meðan Sólja spældi gittar og sang »Tears in Heaven« hjá Eric Clapton við føroyskum teksti, »Tár í Himli«.

Síðani sungu og spældu Alda, Tinna, Sólja og Sóley saman við Stinu »Eros«

Síðani spældu Flykra og Sára tveir sangir upp á blokkfloytu, áðrenn Annika treiv í »Gübben Noah« á harmoniku.

Konsertin endaði við, at Stina saman við Sólju sang ein enskan sang, sum undirritaði ikki rættiliga kendi.

Tað er Hilmar Joensen, ið hevur verið tónleika undirvísari í Nólsoy í vetur.

Kvøldið endaði við einum góðum kaffimunni og smákøkum - og sjálvandi eisini einum góðum práti.