fyrispurningur
Á tingfundinum hósdagin setir Torbjørn Jacobsen tríggjar munnligar fyrispurningar til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø.
Fyrst av øllum vil Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvussu handfaringin av broytingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur verið.
Víst verður í fyrispurninginum á, at hóast Fiskirannsóknarstovan er stovnur undir Fiskimálaráðnum, so vórðu fiskifrøðingar als ikki við á fundinum, tá uppskot um broytingar var fyri í vinnunevndini.
Uttan um fiskivinnuráðið
Sum næsta punktið í fyrispurninginum sigur spyr Torbjørn Jacobsen, hví landsstýrismaðurin ikki hevur lagt løgtingsmálið fyri fiskivinnuráðið til ummælis.
Samstundis verður staðfest, at sambært løgtingslóg, so skal fiskivinnuráðið ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, eins og øll týðandi uppskot til lógir og kunngerðir skulu ummælast av ráðnum.
Í viðmerkingunum sigur Torbjørn Jacobsen, at hann heldur tað vera undrunarvert, at landsstýrismaðurin ikki hevur gjørt nýtslu av serkunnleikanum, sum hann hevur atgongd til.
- Kanska hevur landsstýrismaðurin ikki hildið tað hava týðning fyri málsviðgerðina, men nú uppskotið hjá landsstýrismanninum í stóran mun er skotið niður, hann sjálvur er politiskt bakbitin, av síni egnu samgongu, enntá av sínum egnu floksfeløgum, hevði tað kanska verið rættari, um hann hevði havt dubbað seg meira, í hvussu er við omanfyrinevndu amboðum, sum liggja við hendur hansara búgvin at brúka.
Og í triðja lagið til Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvør tað er, sum í løtuni mannar Fiskivinnuráðið.