Bjørn á Heygum nýggjur svenskur konsul

Hósdagin seinnapartin var Bjørn á Heygum, sakførari úr Havn, settur sum svenskur generalkonsul í Føroyum á samkomu á Hotel Hafnia

 

Bjørn á Heygum tekur við sum generalkonsul í Føroyum eftir Eyðun á Rógvu Olsen, sum hevur røkt starvið higartil. Í sambandi við útnevningina av Bjørni á Heygum til generalkonsul vitjaði svenski sendiharrin í Keypmannahavn í Føroyum. Sendiharrin, Carl-Magnus Hyltenius, var við til hátíðarhaldið á Hafnia.

Bjørn á Heygum sigur, at hansara høvuðsuppgáva verður at taka sær av svenskum áhugamálum í Føroyum.

? Eg skal í prinsippinum røkja áhugamál Svøríkis í Føroyum. Harumframt skal eg fáa samband í lag av ymiskum slagi millum sviar og føroyingar, og eg skal eisini hjálpa svenskum ríkisborgarum í Føroyum, ið hava tørv á hjálp, sigur Bjørn á Heygum.

Bjørn sigur seg eisini fara at virka sum eitt millumlið millum svensku sendistovuna í Keypmannahavn og fólk, sum sendistovan hevur samband við ella ynskir sambandi við í Føroyum.


Spennandi uppgáva

Bjørn á Heygum hevur ikki roynt eina slíka uppgávu fyrr, og hann heldur tað vera spennandi at fáa hana litna upp í hendur.

? Tað verður óivað læruríkt at hava hesa uppgávuna sum svenskur generalkonsul, har eg komi at kenna nýggj fólk allatíðina og fái nýggj sambond við fólk. Harumframt verður tað við til at víðka persónliga sjónarringin, sigur Bjørn á Heygum.

Nýggi konsulin ásannar, at hann ikki hevur eins nógv um at vera sum aðrir konslar í Føroyum, t.d. tann norski og íslendski. Hinvegin vísir hann á, at tær grundleggjandi uppgávurnar eru tær somu.