Bjørn Kalsø skal greiða frá Marknagilsdeplinum

Millum teir nógvu spurningarnar, sum skulu svarast á tingi í morign, er ein frá Poul Michelsen til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, um Marknagilsdepilin.

Poul Michelsen setur fram hesar spurningar:

1. Nær verður skúlin boðin út eftir avtalaða leistinum. ?

2. Nær stendur skúlin liðugur ?

3. Verður politiski fylgibólkur partur av tilgongdini ?

Í viðmerkinum til fyrispurningin, sigur Poul Michelsen, at beint áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað varð klárt at bjóða Marknagilsdepilin út í størri byggipørtum (ikki heildarenterprisu, men í størri fakenterprisum).

– Hesin útbjóðingarháttur varð funnin í samráð við føroysku byggivinnuna. Semja var í politiska fylgibólkinum umboðandi allar flokkar, at ætlanin skuldi bjóðast út sum skjótast. Útbjóðingarlýsingin var gjørd og klár at seta í bløðini, men orsakað av valinum slapp landsstýriskvinnan Helena Dam á Nestabø ikki at bjóða arbeiðið út, sigur Poul Michelsen.

Hall heldur tað vera av alstórum týdningi, at lagda tíðarætlanin fyri verkætlanina, Marknagilsdepilin verður fylgd, havandi fleiri atlit í huga:

1. Tað er ovurhonds stórur tørvur er á skúlanum.

2. Byggiætlanin hevur alstóran týdning fyri byggivinnuna og fyri virksemi í samfelagnum sum heild.

3. Rætt er at seta verkætlanir í gongd nú samfelagið er í einum lágkonjukturi – størri kapping og væntandi lægri prísir.

4. Avtalur um projektering er gjørdar.

5. Tað eru brúkt væl av peningi til verkætlanina longu nú – projektering og annað kanningararbeiði er gjørt.

6. Drál við útbjóðingini kann bara dýrka byggikostnaðin.