Tað verður Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum skal umboða Føroyar á ST-aðalfundinum í New York í fyrri hálvu. Vanligt hevur verið í mong ár, at tvey umboð fyri Føroya Løgting eru við á ST-aðalfundinum, sum verður hildin í New York.
Fyrstu tríggjar vikurnar verður tað Bjørn Kalsø, løgtingsmaður Sambandsfloksins, sum kemur at umboða Føroyar sum partur av donsku sendinevndini.
Bjørn Kalsø og konan Hennebeth fara til Amerika týsdagin 15. september og eru aftur 7. oktober.