Bjargaðu 500 hundum undan deyða

Kinverski djóraverndarfelagsskapurin - China Animal Protection Association - steðgaði fríggjadagin einum flutningi við 500 hundum, sum vóru á veg til sláturhús í býnum, Changchun. Eftir ætlan skuldu hundarnir slaktast og brúkast sum døgurðamatur.

Tað skrivar English Eastday.

Miðskeiðis á motorvegnum í Jingha, næringis høvuðsstaðnum í Kina, vórðu tey, sum stóðu fyri flutninginum, steðgað. Eftir samráðingar við lastbilaføraran, fingu hundarnir eina heilt aðra lagnu enn hana, sum bíðaði fyri framman.

Fleiri av hundunum vóru hvølpar, og aðrir vóru sjúkir. Tí varð neyðugt at taka sær eyka væl av hesum.

Royndin at steðga flutninginum hevur elvt til nógv kjak í Kina, og tað hevur eisini elvt til kjak, at neyðugt var hjá djóraverndarfelagsskapinum at gjalda nógvan pening fyri at fáa hundarnar leysgivnar.

Eisini hevur kjakið um at eta hundar verið blást upp, og tað eru tey, sum halda, at tað er ómoralskt at eta hundakjøt. Onnur halda, at eingin eigur at kunna tvinga ?moralskar standandir? yvir onnur.

Í 2009 vóru umleið 58 miljónir hundar í 20 teimum størstu býunum í Kina, og sambært English Eastday veksur talið við 30% á hvørjum ári.