- Í ár er skráin bæði spennandi og fjølbroytt, og nógv er at gleða seg til. Eitt av tí, sum setir ein serligan dám á jóansøkuna, eru tey ungu, sum hava fingið húgvuna eftir lokið miðnám

Bjarni Johansen: - Vælkomin á jóansøku í Vági!

- Vágbingar eru kendir fyri sítt lætta lyndi og blíðskap, og eg vóni, at øll fara at kenna seg vælkomin og fáa nakrar góðar og minniligar dagar saman við okkum, sigur borgarstjórin

- Í ár er skráin bæði spennandi og fjølbroytt, og nógv er at gleða seg til. Eitt av tí, sum setir ein serligan dám á jóansøkuna, eru tey ungu, sum hava fingið húgvuna eftir lokið miðnám

- Góðu vágbingar, útisetar og gestir! So er aftur jóansøka í Vági, og Vágsbygd er klár til eina av ársins stóru summarstevnum. Enn einaferð fara nógv fólk at savnast í okkara vakra bygd, har felagsskapur, mentan, átrúnaður, ítróttur og góðar upplivingar eru í hásæti.

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, á heimasíðuni hjá kommununi í morgun, nú jóansøka er í Vági.

 

- Í ár er skráin bæði spennandi og fjølbroytt, og nógv er at gleða seg til. Eitt av tí, sum setir ein serligan dám á jóansøkuna, eru tey ungu, sum hava fingið húgvuna eftir lokið miðnám. Hjartaliga til lukku við hesum stóra avrikinum.

 

Borgarstjórin vísir á, at hesi ungu nú standa á gáttini til eitt nýtt tíðarskeið í lívinum, har tey skulu finna sína egnu lívsleið.

 

- Summi fara uttanlands at lesa og útbúgva seg, og onnur velja at halda fram her heima. Sum borgarstjóri ynski eg tykkum øllum góða eydnu á leiðini.

 

Og Bjarni Johansen leggur aftrat:

 

- Farið út í heim at ogna tykkum vitan, royndir og lærdóm, men eg vóni eisini, at nógv av tykkum seinni venda heim aftur til Vágsbygd og verða við til at menna okkara bygd við teimum førleikum og vitan, sum tit hava fingið.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað gongur væl í Vági, og her sæst ein jalig menning á mongum økjum. 

 

Vágur hevur nógv góð frítíðartilboð til børn, ung, vaksin og eldri.

 

- Her eru ríkir møguleikar innan ítrótt, skótaarbeiði, átrúnarligt virksemi, umframt nógv onnur tilboð, sum skapa trivnað, felagsskap og innihald í gerandisdegnum. Hetta er ein styrki hjá okkara bygd og eitt týðandi grundarlag undir einum góðum staðið at búgva og veksa upp.

 

Jóansøkan er eisini tíðin, tá nógv útisetafólk venda heim til Vágs at vitja familju og vinfólk.

 

- Tað er altíð ein gleði at síggja kend andlit aftur í býnum og merkja tað sterka tilknýtið, sum so mong hava til heimstaðin, hóast tey búgva aðrastaðni.

 

Jóansøkan er ein av okkara mongu summarstevnum, og hon byggir í stóran mun á tað ríka felagslív, sum er í Vági.

 

- Aftanfyri hvørt tiltak standa sjálvboðin, feløg og einstaklingar, sum leggja nógva tíð og orku í fyrireikingarnar. Tykkum øllum fari eg at bera eina hjartans tøkk fyri tað arbeiði, tit gera, so jóansøkan kann verða so góð sum gjørligt.

 

Bjarni Johansen vísir á, at sum borgarstjóri er tað honum ein heiður at kunna bjóða vágbingum, ítróttarfólkum og gestum annars til Vágs.

 

- Vit vágbingar eru kendir fyri okkara lætta lyndi, okkara blíðskap, og eg vóni, at øll fara at kenna seg vælkomin og fáa nakrar góðar og minniligar dagar saman við okkum í Vági.

 

Við hesum orðum ynskir borgarstjórin øllum eina góða og hugnaliga jóansøku.

 

 

 

- Í ár er skráin bæði spennandi og fjølbroytt, og nógv er at gleða seg til. Eitt av tí, sum setir ein serligan dám á jóansøkuna, eru tey ungu, sum hava fingið húgvuna eftir lokið miðnám