Upp til fólk sjálvi at rinda kring­varps­gjald

Fyrrverandi landsstýrismaður við ábyrgd av Kringvarpinum spyr nú, um landsstýrið ætla at lata fólk sjálvi gera av, um tey rinda kringvapsgjald

Jenis av Rana vil vita, um nýggi landsstýrismaðurin við ábyrgd av Kringvarpinum ætlar at taka inntøkugrundarlagið frá Kringvarpinum við at lata fólk sjálvi gera av, um tey gjalda kringvarpsgjald.

 

Tað ger fyrrverandi landsstýrismaðurin við ábyrgd av Kringvarpinum, Jenis av Rana, sum hevur sett nýggja landsstýrismanninum á økinum, Bárði á Lakjuni, fimm spurningar um Kringvarpið.

Spurningarnar orðar Jenis av Rana soleiðis:

1.    Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya?

2.    Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins?

3.    Metir landsstýrismaðurin, at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi?

4.    Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran?

5.    Kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Jenis av Rana á, at vegna serstøðu Kringvarpsins sum »sonevndur Public Service« stovnur røkkur Kringvarp Føroya inn í hvørt heim í Føroyum, harundir eisini heilt inn í fíggjarviðurskifti hins einstaka, sum jú er lógarbundin at gjalda til stovnin, uttan mun til um viðkomandi lurtar, hyggur ella ikki.

– Ymiskar meiningar eru um dygdina í sendingum stovnsins, harundir eisini í tíðindaflutninginum, og tí hoyrast javnan røddir frá borgarum, sum sjálvi vildu ynskt at kunnað umsitið tann partin av inntøkuni, sum hvønn einasta mánað verður fluttur hesum einstaka stovni, sigur Jenis av Rana.

–  Sum grundgeving verður nevnt, at hin einstaki á tann hátt kundi flutt lógarkravda gjald sítt til tann stovnin, Kringvarp Føroya ella annan, sum hin einstaki lurtar eftir og hyggur at – og tí heldur vildi latið pening sín farið til, sigur løgtingsmaðurin.

Sambært Jenisi av Rana, so hava røddir eisini verið frammi um møguleikan at sett eina nevnd av áhugaðum og serkønum, sum regluliga kundi fylgt við virksemi stovnsins og verið teimum, ið har starvast, og ikki mins brúkarunum, tøk við ráðgeving og rættleiðingum.