Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Vit, maðurin og eg, fara onkuntíð í báti til tiltøk, eitt nú í Nólsoy og Hvalvík. Eisini eru góðar umstøður hjá bátum og vitjandi aðrastaðni í landinum.
Sigrún H. Brend sigur, at onkur túrur verður eisini gjørdur í fjøllunum, og tað dámar henni væl.
- Vit fara eisini uttanlands. Ein sonur býr í Danmark saman við familju síni, og ein sonur lesur í Madrid. Men, fyri at sleppa undan nógva hitanum í Madrid, fara vit í august.
Hon vísir á, at tey hava eisini tosað um at fara til Íslands aftur.
- Í fjør koyrdu vit runt alt Ísland við pick-up'inum hjá okkum. Hetta kann viðmælast, og vit umhugsa at fara aftur.
Og Sigrún leggur aftrat:
- Og so er tað systir mín, Bjørg, sum býr í Las Vegas, men tað verður neyvan heldur í ár, at vit fara vestur um hav.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg mangli eina oyggj, og tað er Lítla Dímun. Hvalbingar skipa onkuntíð fyri túri út í oynna. Tað hevur ongantíð ligið fyri hjá mær, men tað verður ein sjønnan dag, sigur hon.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Mær dámar væl at ferðast og sleppa burtur úr vanliga gerandisresinum. Ikki er neyðugt at fara av landinum; her eru góðir møguleikar at leiga hús nakrar dagar, og uppskriftin er: Góður matur og gott selskap, sigur Sigrún H. Brend.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Kvinnan við Føroya kendasta navni
https://www.in.fo/news-detail/fia-selma-hevur-verid-i-oellum-oyggjum-i-foeroyum











