Smyril bjargaði manni í gummibáti

Manningin fekk eyga á gummibát, har ein maður var í.

Tá Smyril seinnapartin fór av Havnini og suður til Suðuroyar, fekk manningin eyga á gummibát, har ein maður var í.

 

Dimma.fo veit at siga, at Smyril setti bjargingarbát út og bjargaði manninum.

 

Hetta var um 17 tíðina í kvøld.

 

Kringvarpið tosaði í útvarpstíðindunum klokkan 18 við Vørn og skiparan á Smyrli.  Har varð eisini greitt frá bjargingini, men ikki er heilt greitt, hvat er hent og hví maðurin er farin í bjargingarbát, og hevur sent upp neyðbluss. Talan er um føroying, ið hóast dramatisku hendingina, er væl fyri.

 

##med2##