Bjarni Nielsen er Føroya sterkasti aftur í ár

Enn einaferð hevur Bjarni Nielsen staðfest, hvør er sterkasti maður í Føroyum

Á Kongabrúnni kappaðust menn í dag um at gerast føroya sterkasti maður. 6 luttakarar vóru, og teir kappaðust í fleiri ymsum greinum. 

 

Bjarni Nielsen vann greitt, og hevur nú forsvarað heitið sum Føroya sterkasti maður fimta árið á rað. Hann gjørdist nummar eitt í øllum greinunum, og hetta er fyrstu ferð, hann hevur vunnið allar greinarnar.

 

Tað virkar ikki sum, at nakar klárar at steðga Bjarna Nielsen, og tað hevur hann staðfest í dag. Føroya sterkasti maður var glaður fyri at hava forsvarað heitið.

 

- Tað kennist super at hava vunnið. Tað er líka gott sum tey síðstu fýra árini, eg havi vunnið. Undantikið tað fyrsta árið, tað var heilt serligt. Nú eri eg komin í helvt. Eg ætlaði at vinna tíggju ferðir, sigur Bjarni Nielsen.

 

Bjarni Nielsen er í toppformi í løtuni. Hann hevur júst luttikið í kapping í Danmark, har hann gjørdist nummar tvey. Um tvær vikur skal hann til Svøríkis at kappast aftur. 

 

Nógv fólk høvdu leitað sær oman á Kongabrúnna at hyggja. Luttakarar og áskoðarar stuðlaðu allatíð luttakarunum við motiverandi rópum, tá teir áttu tørn, so stemningurin var góður og intensur. 

 

Tíverri byrjaði tað at regna, og tað fekk nakrar av áskoðarunum at sleppa sær avstað. Men har vóru enn fleiri fólk, og tey vóru væl fyrireikað við regnskjólum. Tann eina greinin bleiv broytt, tí vandi var fyri at glíða. 

 

Myndir frá kappingini koma seinni.