Bjarni svímaði

Sjúka broytti dramatiska strykilandsdystin millum Føroyar og Danmark, sum gestirnir vunnu

Danmark vann 8-6 móti Føroyum í styrkilandsdystinum, sum bjóðaði upp á avboð vegna sjuku, og ein svímandi føroya sterkasta mann, Bjarna Nielsen.

 

Í morgun gjørdist greitt, at Mikkel Leicht, sterkasti maður í Danmark, varð so sjúkur, at hann ikki kundi luttaka í styrkilandsdystinum í dag. Av tí sama kundi styrkilandsdysturin, sum skuldi verða ein parkapping, broytast til ein móti einum. Her valdi Jákup Súni Berg at trekkja seg, so tað bleiv Bjarni Nielsen móti Nicolai Hansen.

 

Longu í grein tvey var dramatikkur, tá Bjarni Nielsen í “Conan Wheel” greinini misti vitið, tí hann ikki fekk luft.

 

- Hetta er tyngsta kappingin eg havi verið við til. Tað haldi eisini bleiv prógvað, tá eg svímaði, sigur Bjarni Nielsen, sum hevur tað gott hóast hendingina.

 

Tá alt kom til alt, so var støðan 6-6 undan seinastu greinini. Tá var Nicolai Hansen stinnari, meðan Bjarni Nielsen misti dekkið, sum hann skuldi lyfta upp á ein platt.

 

Alt í alt var talan um eina spennandi kapping, ið tó ikki bleiv sum ætlað, tí Mikkel Leicht bleiv sjúkur.