##med2##
KÍ-Víkingur 0-1 (0-0) - Finalan um løgmanssteypið.
0-1 Sølvi Vatnhamar br. (87.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ.
Jóannes Bjartalíð staðfestir, at Víkingur gjørdi tað sera torført fyri KÍ í kvøld. Jóannes hevur nógvar rósir at bera mótstøðuliðnum fyri eitt framúr gott avrik.
Tað fer at svíða nakrar dagar at hava tapt steypafinaluna, men Jóannes slær fast, at KÍ hevur havt eitt fantastiskt kappingarár, har teir eru ósigraðir og hava fingið stigamet.
Mánamorgunin klokkan 9 til 12 verður sendingin til heiðurs fyri avrikinum hjá KÍ í landskappingina, nevnliga Gullradiosendingin fyri FM-vinnarunum beinleiðis á FM1.