Fiskivinna
Gamli Heygadrangur er nú aftur á føroyskum hondum!
Bjarti Mohr hevur keypt gamla Heygardang, ella Orcades Viking, sum hann eitur nú, aftur til Føroya.
Hann hevur keypt skipið saman við einum íslendingi, men tað er føroyingurin, sum eigur tveir triðingar av skipinum.
Bjarti Mohr sigur, at keyparar og seljarar eru samdir um ikki at upplýsa prísin, men hann sigur, at báðir partar eru nøgdir.
Kortini kann sigast, at Orcades Viking hevur verið lýstur til sølu fyri 5,5 milliónir ensk pund, tað eru góðar 60 milliónir krónur.
Men Orcades Viking kemur ikki at fiska undir føroyskum flaggi.
Teir báðir, sum hava keypt skipið, hava eisini keypt eitt felag í Niðurlondum, sum hevur ymisk fiskirættindi og harvið fáa teir atgongd til fiskirættindini hjá ES londunum. Eisini í tí felagnum eigur Bjarti Mohr tveir triðingar.
Sostatt fer Orcades Viking at fiska undir niðurlendskum flaggi.
Men afturfyri fær hann fiskirættindi helt út Afriku og norður til Svaldbard.
? Hann hevur sera stórar møguleikar at fiska og gongur ikki heilt illa, fer hann ikki at klára at fiska kvoturnar upp, sigur Bjarti Mohr.
Í løtuni liggur Orcades Viking í Las Palmas, men nýggju eigararnir fara eftir honum í morgin og hann kemur til Føroya um einar 14 dagar.
Síðani skal skulu ymsar ábøtur gerast við hann, áðrenn hann fer til fiskiskap.
Einir 60 mans verða knýttir at skipinum, men 40 mans eru við hvørja ferð og so skiftast teir um at vera umborð. Av teimum vera fleiri føroyingar, eitt nú yvirmenninir, men eisini á dekkinum. Annars verða russarar og aðrar tjóðir, við.
Mugu royna nýggjar leiðir
Okkum vitandi er hetta ein nýggj roynd í føroyskari fiskivinnu.
?Tað sær út til at trongja samanum hjá okkum, og vit missa fleiri og fleiri rættindi á fjarleiðum. Sostatt er neyðugt at royna nakað nýtt, sigur Bjarti Mohr.
Tí hava teir nú fingið sær fótin fastan innanfyri ES.
Hann sigur, at Orcades Viking kann troyta fjølbroyttan fiskiskal tí hann hevur rætt at fiska bæði svartkjaft, sild, makrel, hestamakrel, umframt sardinur undir Afrika og Kongafisk í Irmingarhavium.
Hann skal fiska fyri einar 30 milliónir um ári fyri at standa seg, og gongur tað bara nøkunlunda, væntar Bjarti Mohr ikki,at tað verður nakar trupulleiki við teimum rættindum, hann hevur.
Tvey bein
Frammunundan eigur Bjarti Mohr eitt annað skip til uppisjóvarfisk. Tað er Sheanne, men hann hevur onga frystilast.
? Endamálið var at fáa eitt bein afturat at standa á og tí hava vit í eitt ár leitað eftir einum ídnaðarskipi við frystilast, sigur Bjarti Mohr. Sostatt hava teir nú eitt ídnaðarskip við feskum vørum og eitt við frystilast.
Hann sigur at Orcades Viking frystir 140 tons av heilfrystum uppisjóvarfiski um døgnið.
Hann hevur eisini fingið spildurnýggjan motor upp á 5. 000 hestar.
Men í sambandi við frystingina umborð, er hann eisini útgjørdur til at fiska í bæði heitum og køldum sjógvi. Og somuleiðis er hann úytgjørdur til at avskipa fisk á víðum havi til móðurskip og hann kann eisini taka ímóti fiski frá øðrum skipum úti á víðum havi.
Bjarti Mohr sær stórar møguleikar í frystum uppisjóvarfiski, bæði í Kina og aðrastaðni.
? Tað er ein spennandi marknaður, sigur hann.
Hann hugsar bæði um uppisjóvarfisk til matfisk og um at selja ídnaðarfisk til virki at virka ymsar vørur burturúr.
Bjarti Mohr heldur avgjørt, at hetta verður ein partur av framtíðar fiskivinnuni í Føroyum at keypa seg inn í útlendsk feløg.
Hann vísur á, at hetta er eitt, sum íslendingar hava gjørt rættiliga nógv við og íslendsk feløg eiga nú ein stóran part av týsku fiskivinnuni, bæði á sjóvi og landi, eins og teir hava keypt sg inn í feløg í Fraklandi og Onglandi, sum bæði eiga skip og virki.
? Orcades Viking verður klassaður í Norsk Veritas og ætlanin er at tryggja hann í Føroyum.
Orcades Viking er 73 metrar langur og 13 metrar breiður og hann lastar 900 tons.
Orcades Viking er bygdur á Skála í 1991, men varð síðani seldur til Orknoyar. Haðani varð hann seldur til Íslands og nú er hann so keyptur aftur til Føroya.