Árligi vinnudagurin hjá Vágs kommunu verður mikudagin hin 13. mai.
- Vinnudagurin er ætlaður vinnurekandi í Vági og áhugaðum samstarvsfeløgum hjá fyritøkum í Vági og Vágs kommunu.
Í Vágs kommunu verður sagt, at dagurin verður hildin í Garðslon, har byrjað verður klokkan 12 við ábiti, og klokkan 13 bjóðar forkvinnan í vinnu- og havnarnevndini vælkomin.
Eftir hetta verða tríggjar áhugaverdar og viðkomandi framløgur.
Stjórarnir, Jaspur og Reimund Langgaard frá Kodio, fara at greiða frá um strategiina hjá fyritøkuni at veksa og at fara út um landoddarnar.
Síðan fer deildarleiðarin fyri sølu og innkeyp hjá skipasmiðjuni Mest, Richard Mortensen, at greiða frá um virksemi og kósina framyvir hjá Mest.
- Niclas Heri Jákupsson fer at greiða frá um at selja – hvussu, tú verður uppsøkjandi og proaktivur og hevur virðiligt samskifti við kundarnar.
Eftir framløgurnar verður høvi til prát, netverkan og at njóta okkurt leskiligt á Jugga.
Í Vágs kommunu siga tey, at vinnudagurin er ókeypis fyri fyritøkur í Vági.
- Fyritøkur og samstarvsfelagar uttanfyri Vág eru eisini vælkomin at luttaka, og tá er kostnaðurin fyri hvørt umboð 400 krónur.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til edith@vagur.fo og upplýsa, hvussu nógv koma frá tykkara fyritøku.
Lagt verður aftrat, at seinasta freist at tekna seg til vinnudagin í Vági er fríggjadagin hin 8. mai.










