- Vælumtókti Eldradagurin hjá Sunda kommunu verður hildin leygardagin hin 14. mars, og tiltakið verður í Eydnuni á Oyrarbakka. Dagurin byrjar við morgunmati klokkan 9.30 og endar umleið klokkan 15.
Í Sunda kommunu siga tey, at tað verður Jan Andreasen, sum fer at borðreiða við morgunmati, miðmála og dessert.
- Vit fara at syngja og hoyra ymiskt áhugavert. Hetta er eitt gylt høvi at koma hvør øðrum við og hugna sær saman. Nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd, tá dagurin nærkast.
Í Sunda kommunu siga tey, at dagurin, ið er fyri allar borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri, er ókeypis, og til ber longu nú at tekna seg á tlf. 222583 (Winnie Hansen), og eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni.
##med2##
- Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til ein hugnaligan dag saman, siga tey í Sunda kommunu í dag. Á heimasíðuni - www.sunda.fo - eru myndir at síggja frá eldratiltakinum í fjør, sum eydnaðist stak væl.











