Eins og flestu onnur er Gerhard Lognberg, løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopunar kommunu, eisini spentur til sólarmyrkingina í morgin.
- Jú, eg haldi, at hetta verður ein spennandi og forvitnislig løta, sigur hann.
Gerhard sigur, at hann verður staddur í Skopun í morgin, tá sólarmyrkingin verður, og kommunan fer eisini at bjóða til morgunmat í Samljóði.
- Sjálvandi er áhugin fyri sólarmyrkingini ymiskur, og eg skilji væl, at útlendingar leita sær higar at uppliva hetta serstaka fyribrigdi.
Løgtingsmaðurin sigur, at hann var trý ára gamal í 1954, og hann veit ikki rættiliga, um hann minnist - ella bara hevur hoyrt.
- Tað er ringt at skilja ímillum frásagnir og minnið, tá tú ert so lítil, sigur hann.
Gerhard Lognberg sigur, at hann í morgin fer at gleðast saman við familjuni og bygdarfólkinum í Skopun.