Bjóðar skotum til Klaksvíkar at kunnast um grind

Ætla tey at kappa vinabýarsamstarvið tí at vit drepa grind, so lat teir fara, sigur Jógvan Skorheim, borgarsjóri

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hevur nú sent býráðnum í Wick bræv, har hann bjóðar teimum til Klaksvíkar at kunna seg um grindadráp. 


Í august mánaða í fjør fekk borgarstjórin í Klaksvík boð frá Gail Ross, borgarstjóra í Wick, sum er vinabýur við Klaksvík, um, at tey vilja ikki kennast við Klaksvík, so leingi føroyingar drepa grind.

 

Nú verður spurningurin um vinabýarsamstarvið viðgjørdur í býráðnum í Wick og  í tí sambandi hevur borgarstjórin í Klaksvík sent teimum bræv , har hann bjóðar teimum til Klaksvíkar.

 

Endamálið er at kunna tey um grindadráp, umframt at leita eftir eini semju í vinabýarmálinum, sigur Jógvan Skorheim.


- Samskiftið við Gail Ross hevur avdúkað, at hennara meining og vitan um grindadráp líkist boðskapinum, Sea Shephard roynir at breiða, sigur borgarstjórin.

 

- Tí havi eg í brævi til býráðið í Wick tikið stig til at bjóða teimum til Klaksvíkar, soleiðis at vit kunnu greiða teimum frá okkara sjónarmiðum, sigur Jógvan Skorheim.



Hetta hevur hann gjørt, tí hann sær ein møguleika fyri at veita umboðunum úr Wick gjøllari kunning um grindadráp.



- Tað einasta rætta hjá okkum at gera, er, at geva umheiminum gjøllari kunning um grindadráp enn tann kunning, tey fáa frá Sea Shephard. Og eg haldi at málið um vinabýarsamstarvið við Wick, er ein sjálvsagdur møguleiki hjá okkum at greiða teimum frá okkara sjónarmiðum, sigur Jógvan Skorheim.


- Síðani grindalógin kom í gildi, hava vit sæð, at hon ikki er er óheppin, tí óttin fyri revsing styggir ferðafólk frá at koma til Føroya, og tí eiga vit at kunna umheimin um grindadráp.

 

- Sum støðan er nú, er tað Sea Shephard, sum ger av, hvussu umdømi okkara úti í heimi, er. Tað er Wick-málið eitt ítøkiligt og harmiligt dømi um, sigur Jógvan Skorheim.



Borgarstjórin í Klaksvík leggur tó afturat, at hann ikki ætlar sær at geva eftir fyri upprunaliga kravinum um, at klaksvíkingar skulu gevast at drepa grind.

 

Tvørturímóti er brævið til Wick skriva fyri at geva býráðnum í Wick møguleikan at sleppa hesum kravinum, sigur hann.


- Eg haldi, at vit altíð koma longst við semjusøkjandi samstarvi, so tí royni eg hendan møguleikan. Men mín meining er framvegis, at vit skulu undir ongum umstøðum boyggja okkum fyri Wick í hesum málinum, sigur Jógvan Skorheim.

 

- Vilja tey av álvara kvetta sambandið við okkum tí vit drepa grind,  er eingin orsøk hjá okkum at varðveita hetta vinabandið, leggur hann afturat.