Bjørg av Kák er sett í fast starv sum námsfrøðiligur ráðgevi í Eysturkommunu.
- Hon byrjaði í starvinum hin 1. mai, og starvsstaðurin hjá Bjørg er í býráðshúsinum í Norðragøtu.
Í Eysturkommunu siga tey, at her fer Bjørg at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnarnar.
- Hon fer millum annað at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum.
Lagt verður aftrat, at Bjørg av Kák er útbúgvin námsfrøðingur og vegleiðari í Karlstadmodellinum.
- Hon hevur drúgvar royndir innan náms- og sernámsfrøðiliga økið og hevur ráðgivið síðan 2018, siga tey í Eysturkommunu í dag.











