Núverandi forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, útskrivaði í kvøld val til felagið.
Hetta hendi á einum umfatandi tíðindafundi, sum hann hevði kallað inn við stuttari freist.
79 ára gamli Perez er í gongd við sítt annað valskeið sum forseti í spanska kongafelagnum.
Tað fyrsta skeiðið var frá 2000 til 2006, áðrenn hann kom aftur í 2009 og hevur síðani sitið í sessinum áhaldandi.
Í januar 2025 varð hann afturvaldur til 2029 uttan mótvalevni, men fyri at viðgera atfinningar eftir tvey kappingarár uttan steyp, hevur hann nú útskrivað val.
– Eg havi tikið avgerðina orsakað av einari absurdari støðu, sum er íkomin fyri at skapa eina bylgju av meiningum, sum ganga ímóti áhugamálunum hjá Real Madrid.
– Eg vil sleppa av við hesa anti-Madrid herferðina, sum hevur til endamáls at oyðileggja Real Madrid, segði Perez sambært AFP.
Hann bjóðaði eisini sínum atfinnarum av at stilla upp.
– Um onkur vil stilla upp, skulu tey ikki bara hótta við tí. Lat tey standa. Men lat tey eisini siga, hvat tey vilja og hvussu tey fara at fíggja tað.
Á langa tíðindafundinum legði Perez eisini eftir Barcelona og fyrrverandi forsetarnar í felagnum, Josep Maria Bartomeu og Sandro Rossell, sum saman við fyrrverandi varaforsetanum í dómaranevndini, José Maria Enriquez Negreira, vóru ákærdir fyri korruptión fyri trimum árum síðani.
– Eg havi vunnið sjey Champions League heiti og sjey meistaraheiti. Talan kundi verið um 14 meistaraheiti, men hini vórðu stolin frá mær, sigur Perez og upplýsir, at hann fer at senda eina 500 síður langa frágreiðing til evropeiska fótbóltssambandið (Uefa) um enn ikki avsluttaða málið.
FC Barcelona boðaði seinni í stuttari fráboðan týsdagin frá, at løgfrøðiliga deildin hjá felagnum fer at kanna ákærurnar hjá forsetanum í Real Madrid.
Valið í Real Madrid kemur eftir eitt ófriðarligt kappingarár.
Tað byrjaði við, at fyrrverandi miðvallarin hjá felagnum, Xabi Alonso, var høvuðsvenjari.
Men um miðjan januar var sambandið longu farið av kós, og Alonso varð koyrdur, meðan Alvaro Arbeloa tók við.
Úrslitini batnaðu ikki stórvegis. Real Madrid er 14 stig aftanfyri høvuðskappingarneytan FC Barcelona í La Liga nú trý umfør eru eftir at spæla, og í Champions League taptu teir samanlagt 4-6 móti Bayern München í áttandapartsfinaluni.
Seinast hevur felagið revsað miðvallararnar, Federico Valverde og Aurélien Tchouaméni, við stórum bótum, eftir at teir vóru í bardaga.
Sambært fleiri miðlum verður hildið, at Perez ynskir at fáa Jose Mourinho úr Benfica at avloysa Arbeloa.
63 ára gamli portugisarin stóð eisini á odda fyri Real Madrid frá 2010 til 2013, har hann vann trý meistaraheiti - eitt steypakappingarmeistaraheiti, eitt steypaheiti og ein Super Cup sigur.
/Ritzau/










