Hóast vit skriva 10. mai í dag, síggjast kavamyndir á sosialu miðlunum í morgun, og helst er tær flestu úr Norðoyggjum.
Men, eisini kring landið, har fjøllini eru høg, eru topparnir - ella ovari partur av fjøllunum - kavaklødd.
Veðurstova Føroya sigur, at hann verður liggjandi høgur í ættini. Hitin liggur millum eitt og seks stig, og í morgin fer hitin at liggja millum fýra og átta stig.
Týsdagin sigur hann meira vind, 10-15 metrar um sekundið. Tað verður samdrigið og regn - í støðum kavi, tvey til átta stig.
Mikudagin verður frískur vindur av norði, 8-13 metrar um sekundið, seinni 3-8 metrar um sekundið, og hitin fer at liggja millum tvey og sjey stig.
Hósdagin í vkuni verður umleið sama veður sum dagin fyri.
Myndin omanfyri er tikin í Vestmanna hin 7. mai í 2016 - ella 2015 - og her er stórkavagrevstur.
Hetta árið var stórt felli í seyði og lombum í nógvum hagum, sum liggja illa fyri, tá tað fer at kava, tí veðrið rakti mitt í lembingartíð.
Tað var Birgir Waag Høgnesen, sum tók hesa myndina í Vestmanna hetta árið, tá neyðugt var við stórum maskinum til kavarudding.
Myndirnar her niðanfyri eru tiknar á Viðareiði í morgun.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##















