Nýtt Sjálvstýri boðar nú frá, at Bjørn á Heygum í Havn, verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.
Bjørn á Heygum hevur áður stilla upp til løgtingsval og tá fyri Sambandsflokkin, og var tingmaður í 4 ár.
Flokkurin skrivar í tíðindaskrivi, at Bjørn á Heygum millum annað hevur stóran áhuga í sjálvbjargnisstrembanini hjá Føroyum, umframt í fíggjar- og búskaparpolitikki og á vinnuliga og sosiala økinum. Honum dámar eisini væl, at Nýtt Sjálvstýri er ein hóvligur flokkur, og at flokkurin samstundis er grundleggjandi progressivur og nýskipanarsinnaður.
Bjørn á Heygum sigur í stuttari viðmerking, at tað er við góðum treysti at hann nú bjóðar seg fram sum valevni fyri Nýtt Sjálvstýri, og hann ferð at leggja dent á varandi menning og framburð fyri alt Føroya fólk.
Bjørn á Heygum var fyrstvaldur tingmaður hjá flokkinum, tá hann var valdur á ting í 1994. Hann fekk flest persónligar atkvøður, 646 atkvøður, hjá størsta flokkinum. Hann valdi tó ikki at stilla upp aftur í 1998.