Nú tonkti eg, at nú var onkur, ið skrivaði nakað gott um útróðrarmenninar, men gakk, nakað nógv verri ennn tað var fyrr. Eg sigi sum Bjarni Vestergård í Sosialinum eftir at hava fingið sovorðnan lort oman yvir seg eftir at hava róð út í meira enn 40 ár, tað er hart og so frá hasum manninum!
Hann biður okkum fara av landinum, tí vit eru ein byrða fyri samfelagið. Eru vit ein byrða, so er restin av flotanum størri byrða. Vit kunnu ikki sanerast, men tað blíva hinir so tað forslær. Vit eiga okkara bátar og hefta fyri teir. Landið er uttanfyri. Men tað, ið alt snýr seg um, tað er minstalønin, ið koyrir alt á heysin. Hvat fáa vit so! Millum 25.000 og 30.000 kr. í einum ári upp á 12 mðr. til teir, ið kunnu vera í bólkinum. Tað hevði verið svangligt at róð út eftir tí. Tað hava vit ikki ráð til. Men tað er kanska meiningin at fáa okkum á heysin. So verður meira í tykkara part. Tí tað er gamalt: verri stendur til ? meira fáa tit. Nei, Bjørn á Heygum! Vit fara ongan veg, men um tú og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum einki annað hava at gera, uttan at jagstra okkum, so er betur, at tit flyta í morgin sum ein annan dag, og tak allar av sama slag við, so eru tit færri at fáa, tí til útflutnings geva tit einki.
Eg vil takka Bjarna Vestergård fyri greinina, ið hann skrivaði, hann veit hvat hann tosar um. Og til Henrik Old: Hatta uppskotið hjá tær er á leið, fá tað samtykt, so verður frægari hjá okkum.
Møguleikarnir hjá okkum eru vónleysir sum er, vit standa og hyggja at B-fiskarunum, meðan teir rógva út sum teir vilja, tí teir hava fleiri dagar at fiska í, nú teir eru so fáir í tali, tí teir eru komnir upp til okkum at býta sama dagatal, ið var áðrenn teir komu. Hvar er logikkurin? Nei, latið okkum fáa somu sømdir sum restin av flotanum, so kunnu tit hava bæði studning og minstuløn, so eru allir líka fyri.
Hvat siga fakfólkini til, at løgtingsmaður biður fiskararnar rýma! Er eingin reaksjón! Eg vænti at sambandsmenninir verða fáir til næsta val og kanska fólkaflokkurin við. Tað hopi eg.
R.J.
4. januar 1998