Bjørn verður kanska jokarin

Tað ljóðar, at Bjørn á Heygum verður eitt av valevnunum hjá Nýggja Sjálvstýri

 

Tá Sjálvstýrisflokkurin hevði floksfund í Løkshøll fyri knøppum tvemum mánaðum síðani, var ein av temum luttakandi Bjørn á Heygum.

 

Navnframi advokaturin hevur eina ferð áður stillað upp til løgtingsval. Tað var í 1994, og ta ferðina fekk hann ikki færri enn 646 atkvøður fyri Sambandsflokkin, sum eisini gjørdist størsti flokkur.

 

Hann hevur ikki stillað upp síðani, men nú ljóðar, at hann verður jokarin, sum skal tryggja Nýggja Sjálvstýrinum nóg góða undirtøku á valinum tann 1. September.

 

Sosialurin hevur spurt Bjørn á Heygum, um hann verður á sjálvstýrislistanum, men tað svarar advokaturin, at einki er avgjørt hesum viðvíkjandi enn.