Bjørt Óladóttir Joensen vart ph.d. á DTU

Fríggjadagin 5. september vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d-ritgerð sína um CO₂ elektrolysu.

 

Hetta var á Institut for Fysik á DTU, har hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur, skrivar gransking.fo.

 

Verkætlanin hevur heitið: “Understanding Interactions Between Carbon Dioxide, Carbonate, and Anion Exchange Membranes for Electrochemical Operation”.

 

Bjørt hevur í verkætlanini arbeitt við CO₂-elektrolysu, sum er ein háttur at endurnýta CO₂ og framleiða virðismikil evni á ein burðardyggan hátt. Eitt av evnunum er etylen, sum í dag stendur fyri 862 MtCO₂/árið, og er eitt av evnunum, sum verður brúkt til framleiðslu av plasti, heilivági og kølivatni. Hetta verður í dag í stóran mun framleitt úr fossilum evnum.

 

Í ph.d.-verkætlanin hevur fokus verið á at uppskalera og at skilja mekanismurnar í vinnuliga viðkomandi skipanum. Ein greið fatan av CO₂-elektrolysu tólum er sera umráðandi fyri at kunna betra um framleiðslu og kunna nýta hesa til vinnulig endamál. Millum annað hevur hon nýtt røntgen myndir til at skilja, hvat avmarkar stabilitetin av hesum tólunum.

 

Bjørt hevur sum part av ph.d.-verkætlan verið á ESRF - the European Synchrotron Radiation Facility í Grenoble í Fraklandi, hjá fyritøkuni eChemicles í Ungarn og á Stanford University í USA.

 

Vegleiðarar hava verið Brian Seger og Ib Chorkendorff, báðir professarar á Institut for Fysik á DTU.

 

Í metingarnevndini vóru

Thomas Burdyny, lektari á Delft University of Technology í Hollandi

Kendra Kuhl, stovnari av og nevndarlimur í Twelve

Peter Vesborg, professari á DTU

 

Bjørt Óladóttir Joensen heldur fram sum granskari í VILLUM-P2X-Accelerator verkætlanini á DTU, skrivar gransking.fo.  

 

Sí akademiska vanga hennara á DTU Orbit

 

Mynd: (privatmynd)

Frá vinstru: Kendra Kuhl, Peter Vesborg,  Bjørt Óladóttir Joensen, Brian Seger og Thomas Burdyny. Ib Chorkendorff vantar á myndini