Fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro, stendur hósdagin uttanfyri heim sítt í brasilska høvuðsstaðnum, Brasilia. - Mynd: Sergio Lima/Ritzau Scanpix

Bolsenaro er dømdur 27 ár í fongsul

Hægstirættur í Brasil hevur dømt fyrrverandi forsetan, Jair Bolsonaro, 27 ár og tríggjar mánaðir fongsulsrevsing í einum máli um kvettroynd. Tað skrivar Reuters.

Fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro, stendur hósdagin uttanfyri heim sítt í brasilska høvuðsstaðnum, Brasilia. - Mynd: Sergio Lima/Ritzau Scanpix

Jair Bolsonaro royndi at varðveita valdið eftir ósigurin á brasilska forsetavalinum í 2022.

Ein meiriluti av dómarunum í hægstarætti í Brasil hevur atkvøtt fyri at finna fyrrverandi forsetan, Jair Bolsonaro, sekan í at hava ætlanir um eitt statskvett.

Tað skrivar Reuters.

Sambært dómarunum var kollveltingin ætlað, eftir at Bolsonaro tapti forsetavalið í Brasil í 2022. Hann vildi varðveita valdið.

70 ára gamli Bolsonaro er fyrsti brasilski forsetin, sum er funnin sekur í roynd at taka valdið í landinum.

Dómararnir í brasilska hægstarætti hava atkvøtt ein og ein síðani mikudagin, og í kvøld okkara tíð er greitt, at meiriluti er fyri at døma Bolsonaro fyri ætlaðu kvettroyndina.

Tríggir dómarar hava atkvøtt fyri at finna Bolsonaro sekan í kvettroynd, ein hevur atkvøtt fyri at fríkenna hann, meðan ein dómari enn ikki hevur atkvøtt.

Allir fimm dómararnir skulu atkvøða, áðrenn ein formligur dómur umat døma hann sekan verður sagdur, men longu nú er meiriluti fyri at finna Bolsonaro sekan.

Dómur í málinum kemur væntandi í morgin.

Tað krevst ein simpul meiriluti av dómarunum fyri at finna Bolsonaro sekan í ákærunum. Dómarin Carmen Lucia var triði dómarin, sum atkvøddi fyri at døma Bolsonaro fyri ætlaðu kvettroyndina.

- Hetta rættarmálið er nærum ein fundur millum Brasil og tess fortíð, nútíð og framtíð, segði Carmen Lucia áðrenn hon greiddi sína atkvøðu.

Dómarin vísti á fyrrverandi royndir at skúgva fólkaræðið í Brasil til viks.

Sambært Carmen Lucia eru nógv dømi um, at Bolsonaro virkar "við tí endamáli at oyðileggja fólkaræðið og tess stovnar".

Bolsonaro er skuldsettur fyri fleiri ákærur.

Umframt kvettroynd er hann skuldsettur fyri at hava luttikið í einum vápnaðum kriminellum felagsskapi og fyri at hava roynt at avtaka fólkaræðið við harðskapi.

Bolsonaro kann fáa meira enn 40 ára fongsulsrevsing í málinum, um hann verður funnin sekur í øllum ákærunum.

Sambært ákærunum hevur kriminelli felagsskapurin, sum hann skal hava staðið á odda fyri, samspælt um at fella eftirmannin hjá Bolsonaro, núverandi forsetanum í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva.

Fyrrverandi forsetin hevur sagt, at hann er offur fyri politiskari heksajakt. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður sagt tað sama.

Stutt eftir avgerðina segði Trump, sambært Reuters, at hann var ”yvirraskaður” og ”ónøgdur” við dómin.

Bolsonaro fær høvi at kæra dómin.

 

/Ritzau/

 

 

 

Fyrrverandi forsetin, Jair Bolsonaro, stendur hósdagin uttanfyri heim sítt í brasilska høvuðsstaðnum, Brasilia. - Mynd: Sergio Lima/Ritzau Scanpix