Veit ikki um nakar hevur uppiborið hetta

Í dag bleiv málningurin av Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi løgtingsformanni, avdúkaður í Løgtinginum

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, helt røðu, og avdúkaði málningin.

 

Torbjørn Olsen, listamaður, hevur málað listaverkið.

 

Í røðu síni greiddi Bjørt Samuelsen frá, at Páll á Reynatúgvu og Torbjørn Olsen hittust 10 ferðir, og Páll á Reynatúgvu sá ikki málningin fyrr enn hann var liðugur.

 

Fyrrverandi løgtingsformaðurin fegnast um úrslitið. Samanspælið við Torbjørn Olsen hevur  verið gott, og nógv spennandi prát hava verið.

 

- Hetta er ein løgin kensla. Eg veit ikki um nakar hevur uppiborið hetta, men hetta er siðvenjan.

 

Ein andlitsmálningur skal fáa lyndiseykennini fram, og tað er eydnast heldur Páll á Reynatúgvu, tí hann kennir seg aftur í málninginum.  

 

- Málningurin er trúgvur ímóti míni persónligheit, og hon kann bæði vera mild og hvøss. Hon rúmar, álvara, dirvið, og tað at hyggja frameftir. Hetta vóni eg hevur eyðkent meg í mínum politiska yrki. 

 

##med2##

 

Páll á Reynatúgvu og Torbjørn Olsen