Virkna fjepparafelagið hjá KÍ-fjepparum "Bláa Bylgjan" skipar fyri stórari innandura kapping í fótbólti hetta vikuskiftið.
Kappingin, sum sjálvandi verður avgreidd í Klaksvík verður nevnd "Bylgju Cup".
Stóra innandura kappingin verður leygardagin tann 29. desember, og sunnudagin tann 30. desember. Í 2011 vóru áleið 100 lið, við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum.
Kappingin er fyri yngru deildir upp til og við unglingaaldur.
Kappingin umfatar:
U 8 dreingir pinkulingar 5-7 ár (f. 2005-08)
U 10 dreingir Smápiltar 8-9 ár (f. 2003-04)
U 12 dreingir Piltar 10-11 ár (f. 2001-02)
U 14 dreingir Smádreingir 12-13 ár (f. 1999-00)
U 16 dreingir 14-15 ár (f. 1997-98)
U 18 dreingir unglingar 16-18 ár (f. 1995-96)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild)
Verður nóg stór undirtøka (minst 4 lið til hvørja deild), so verða kappingar eisini í hesum deildum: (Um ikki, so fáa gentuliðini møguleikan at spæla við dreingjunum í einum árgangi lægri, sum hevur riggað væl undanfarin ár)
U 8 gentur 5-8 ár (f. 2005-08)
U 10 gentur 8-10 ár (f. 2003-04)
U 12 gentur 10-12 ár (f. 2001-02)
U 14 gentur 12-14 ár (f. 1999-00)
U 17 gentur 14-17 ár (f. 1995-98)
Eftir ætlan leika allar tær yngru deildirnar leygardagin 29.desember, men møguliga verða U16 og/ella U 14 dreingir fluttir til sunnudagin, tá kappingin byrjar kl. 13.00. Hvørt liðið hevur 5 leikarar, og í mesta lagi ein skiftisleikara. Tó spæla U16, U18, Gentur U17 og vaksin við 4 leikarum, og hava hægst ein skiftisleikara.
Dómarar í innandura kappingini verða núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar, sum hava spælt við bestu deildini hjá KÍ.
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðurskrónur Hjá teimum vaksnu fær vinnarin eitt gávukort við áljóðandi virði uppá 1500 krónur. Vinningar eru eisini til nr. 2 og nr. 3.
Liðini skulu hava egin nøvn, ella verða nevnd eftir fótbóltsfeløgum, so sum "Newcastle United", "Valencia" o.s.fr.
Tilmelding á tlf. 228660/261221 ella á blaabylgjan@blaabylgjan.com.
Síðsta freist at melda til er hóskvøldið 27. desember kl. 19.00
Kostnaðurin hjá barna- og unglingaliðunum er kr. 300,- fyri liðið. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400,- kr fyri liðið.