Blíðir vertir

Úrtøkan hjá liðunum, sum um vikuskiftið royndu seg á útivølli, var óvanliga góð

Tað hendir ikki so sjáldan í føroyskum fótbólti, at gestalið fáa fleiri stig burturúr einum landskappingarumfari, enn heimalið. Tað er tó meira sjáldan, at gestir eru so nógv sterkari, at teir vinna fýra av fimm dytum.

Undanfarna vikuskifti vóru tað tó bert , sum fóru stialeysir heim aftur, meðan B68, HB, VB og GÍ einki lótu eftir sær, tá teir vitjaðu í ávíkavist Havn, Klaksvík, heima á Sandi og í Sumba. Í 1999 megnaðu gestir einaferð at vinna fýra dystir í einum degi. Úrslitini tann 15.august í 12.umfari vóru ta ferðina hesi: B68-Sumba 3-1, ÍF-B36 1-4, B71-NSÍ 2-3, VB-GÍ 1-3, HB-KÍ 1-2.

Vit kunnu hervið staðfesta, at teir reyðu og svørtu úr HB hevndu KÍ fyri eitt dramatiskt tap heima á Gundadali fyri einum ári síðani, tá Kurt Mørkøre í seinastu minuttunum av seinasta dysti sínum fyri KÍ skoraði sigursmálið hjá.

Tann sigurin hjá norðoyingunum var rættuliga avgerðandi fyri, at meistaraheitið-99 endaði í Klaksvík. Tað er ikki ósannlíkt, at søgan endutekur seg á ein annan hátt í ár - hesaferð til fyrimunar hjá HB.