Hon hugleiðir um orsøkirnar til, at kvinnurnar í stórum tali fara av landinum, hvørjar avleiðingarnar av hesum verða, og hvat møguliga kann gerast fyri at venda gongdini:
- Fólkafráflyting og serstakliga kvinnufráflyting er størsta avbjóðingin í nýggjari tíð, sum Føroyar standa yvirfyri – og okkum vantar enn at síggja veruligu avleiðingarnar. Tær koma – og fara at raka meint, um vit sita hendur í favn. Framrokningar vísa, at um fjøruti ár verður aldurssamansetingin so skeiv í Føroyum, at fólkatalið kann minka burtur í nærum einki. Tá verður søgan um Føroyar ein søga um nakrar fólkatómar klettar, sum einaferð vóru eitt blómandi oyggjaland. Tørvur er á langtíðar ætlanum, og greitt er, at ábyrgdin hjá politisku leiðsluni og okkum sum samfelag hevur kanska ongantíð verið størri enn júst nú.
- Tað er givið, at eingin løtt loysn er upp á stóru avbjóðingina at steðga fráflytingini – og eisini at skapa fólkavøkstur. Sjálvsvirði føroyinga er eisini í kreppu, men tað er umráðandi, at vit varðveita trúnna upp á framtíðina og byrja at venda gongdini. Tað er einki at ivast í, at ovasta politiska leiðslan í landinum hevur bæði ábyrgd og myndugleika at taka fyrsta stigið. Alt ov leingi hevur samfelagið verið vitni til stuttskygdar avgerðir og vantandi langtíðar loysnir. Tað finnast tó ongar stuttfreistaðar avgerðir, sum kunnu loysa trupulleikan við fólkafráflyting. Visjónir, saman við eini langtíðarætlan fyri at skapa fólkavøkstur, serliga av kvinnum, eru neyðugar – og til tess krevjast breiðar politiskar semjur, sum fevna um fleiri valskeið.
Útbúgving og gransking
- Tríggir hættir eru at skapa fólkavøkstur – her ítøkiliga kvinnuvøkstur. Útlendskar kvinnur kunnu eggjast at fyta til Føroya, útisetar kunnu lokkast heimaftur, ella kvinnur kunnu verða eggjaðar til at verða búgvandi í Føroyum.
- Vit vita, at nógv teir flestu ungu føroyingarnir, sum flyta av landinum, gera tað, tí antin tey sjálv ella makin fer undir lesnað. Harumframt vísti kanning hjá Norðuratlantsbólkinum frá 2008, at ein triðingur av teimum, ið flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving, høvdu tikið partar av útbúgvingini í Føroyum, um útbúgvingin varð bjóðað út her heima. Hetta sigur okkum, at nógvir útisetar høvdu búð í Føroyum, um eitt nóg fjølbroytt útboð av útbúgvingum var her. Tí er tað eingin ivi um, at ein miðvís uppraðfesting av hægri útbúgvingum og vitan er neyðug.
- Møguleiki eigur eisini at vera at taka fyrsta part av einari hægri útbúgving í Føroyum. Tað vísir seg, at jú seinni ungfólk flyta úr Føroyum fyrstu ferð, tess hægri eru sannlíkindini fyri, at tey vendur aftur. Hetta hongur kanska saman við, at ung, ið fara undir hægri lesnað í Føroyum, gerast nøkur ár eldri. Harvið eru sannlíkindini størri fyri, at tey hava funnið sær maka og møguliga fingið børn. Hetta eru eisini viðurskifti, sum gera tilknýtið til Føroyar størri.
- Umframt hægri útbúgvingar, er neyðugt at uppraðfesta gransking og skapa serligar umstøður til nýggjar vitanartungar vinnur.
- Um ung skulu velja at búgva í Føroyum, er umráðandi við fjølbroyttari bústaðarmøguleikum.Støðan í dag er ikki haldbar. Vit eru í kapping við onnur lond, serliga Norðurlond, sum hava eina vælferðarskipan, sum er sera lokkandi hjá ungum familjum. Tað er eyðsæð, at Føroyar hava ongan møguleika at kappast á øllum økjum. Tó so er tað grundleggjandi, at ung fólk hava møguleika at tillaga bústað og útreiðslur eftir støðu síni, antin talan er um ungar barnafamiljur ella fólk undir útbúgving.
- Givið er, at útbúgving, vinna, bústaðarviðurskifti og arbeiðsmarknaður ikki eru tey einastu viðurskifti, ið kunnu venda gongdini. Tey eru tó so mikið grundleggjandi, at hesi viðurskifti í sjálvum sær veruliga gera mun. Tí har lestrarmøguleikar og starvsmøguleikar eru, har eru fólk.
(Brot úr greinini “Meðan kvinnurnar rýma” úr bókini Exit Føroyar)