Blástur við Ljósá

SANDBLÁSING. Fyri fimm árum síðani valdi stjórin og eigarin á sandblásingarvirkinum við Ljósá at tveita alt annað virksemi enn blásingina fyri bakka. Bilaumvælingar og smiðjuarbeiði vórðu slept, og nú hevur virkið ment seg til eina skuldleysa og serkøna fyritøku

Høgni Mohr


Á nýttárinum hildu teir veitslu. Og tað var ikki bert tí trinið varð inn í seinasta árið í øldini. Ein eins stór orsøk til veitslurómin á sandblásingarvirkinum í pinkalítlu bygdini, Ljósá, var, at seinasti avdrátturin var rindaður. Virkið var skuldarfrítt.

Smápartafelagið, Ragnar Poulsen við Ljósá, hevur umsíðir funnið sína røttu rók. Teir fýra menninir, ið arbeiða á virkinum, blása rust og óreinsku av jarni og fríðka um bæði líkt og ólíkt úr rustfríum stáli; eisini við blásing. Støddin á lutunum er sera ymisk. Heilt úr smáum aliásløgum, størri ruskbingjum og upp í stórar alibátar.


Legði seg eftir blásing

Eigarin og stjórin á virkinum, Heðin Poulsen, hevur annars roynt seg á fleiri økjum. Í áttatiárunum royndi hann seg við øllum møguligum úr jarni. Hann hevði bilverkstað, smiðju og eitt sindur av sandblásing.

Virkið hjá Heðini kom hampuliga væl frá kreppuárunum. Ja, kanska vóru tey orsøkin til, at Heðin Poulsen í 1995 avgjørdi at leggja seg eftir sandblásing og sleppa sær av við smiðju- og verkstaðarvirksemið.

Síðani er virksemið við Ljósá bara økt. Og í 1998 bygdi virkið upp í við tí úrsliti, at nú bar til at fáa alt tað undir tak til sandblásingar, sum kann flytast eftir føroysku vegunum.


Fyrimyndarligt samstarv

Stutt eftir hendi aftur okkurt nýtt. Noma-Tek í Havn, sum er kent fyri sína stóru framleiðslu úr rustfríum stáli, stóð á einum vegamóti. Útlendsku kappingarneytarnir hjá virkinum í Havn vóru farnir undir at fríðka um rustfríða stáli á ein serligan hátt. Teir glas-blástu tað. Viðgerðin er at kalla hin sama, sum tá ið jarn verður sandblást. Men heldur enn at blása stál-sand móti jarninum, verða evarska smáar glasperlur blástar móti tí rustfría stálinum. Úrslitið er ein sera snøgg og javnt litað yvirflata. Soleiðis vildu keypararnar hava stálið. Tí noyddist Noma-Tek at velja, um teir sjálvir skuldu fara undir glasblásing, ella teir skuldu fáa onkran annan at taka sær av hesum. Sandblásingarvirkið við Ljósá gjørdi tískil tær neyðugu íløgurnar. Úr hesum spurdist eitt fyrimyndarligt samstarv.

Virkið við Ljósá leggur seg altíð eftir at arbeiða skjótt fyri Noma-Tek. Er okkurt, sum brádliga skal gerast, er altíð ein maður til smiðjuna í Havn.


Eitt dagført virki

Hóast eisini FJM í Runavík og onnur virki lata ljósáarvirkið blæsa tað rustfría, er virksemið við rustfríum bert eini 10 prosent av øllum virkseminum á virkinum. Men tað veksur. Tá ið tað ber til, velja keyparar, serliga teir úr fiskivinnuni, rustfrítt stál fram um jarn. Millum annað er meira vanligt nú, at skipini fáa sær pavnar úr rustfríum.

Heðin Poulsen er ikki í iva um, at sandblásingarvirkið er lívsverk hansara. Hetta sigur hann, hóast hann bert er 36 ára gamal.

? Eg setti mær tað mál, at á nýggjárinum skuldi virkið verða útgoldið. Tað helt. Nú ræður um at vera varin. Lat hini fara aftur í áttatiárini; eg fari ikki. Vit hava seinastu tíðina brúkt rættiliga stóra orku upp á viðlíkahald og ábøtur. Nú hava vit eitt virki, sum er í góðum standi og nógv munadyggari, sigur vónríki stjórin og leggur dent á, at yvirskotið er vaksandi, men at hann heldur vil rinda partafelagsskatt enn gera stórar íløgur.

? 20.000 krónur í skatti av hvørjum 100.000 rindi eg av góðum huga, sigur hann


»Vit valdu rætt«

Heðin Poulsen hevur ein sera einfaldan starvsfólkapolitikk.

? Tað ræður um at halda upp á fólkið. Og mín hugsan er, at sum stjóri eigur tú at fara við fólkinum, sum tú sjálvur kundi hugsa tær at verið viðfarin, sigur Heðin Poulsen.

Fimm fólk eru í starvi á sandblásingarvirkinum. Umframt stjóran, eru tríggir í beinleiðis framleiðslu, meðan ein kona arbeiðir á skrivstovuni.

Ungi stjórin hevur verið sjálvstøðugur vinnulívsmaður helvtina av lívinum. Ta 500 m2 stóru høllina við Ljósá lat hann byggja í 1987, og nú, trettan ár seinni, heldur hann seg hava eina sera haldgóða fyritøku.

? Vit valdu rætt, tá ið vit søgdu: Lat hinar, sum hava skil fyri tí, gera smiðjuarbeiði og arbeiða upp á bilar; vit fara at menna okkum innan fyri blásing, sigur hann.



FOKUS:

Navn: Sp/f Ragnar Poulsen


Stjóri: Heðin Poulsen við Ljósá


Virksemi: Sandblásing (tá ið jarn verður blást reint)

Glasblásing (tá ið rustfrítt stál verður blást reint)


Starvsfólk: 5 (tvey úr Havn, eitt av Signabø og tvey frá Ljósá)


Tímaløn til ófaklærd: 105 kr og fríðtíðarpeningur


Umsetningur:1998:1,4 mió

1999: 2,05 mió

2000: 2,75 (væntaður)


Viðskiftaskari:Strandferðslan

Landsverkfrøðingurin

SEV

IRF

Telefonverkið

Havsbrún

Fiskavirking

Noma-Tek

Hydro-Tek

FJM

(bert eitt úrval)



Leiðslu-sitat:»Vit fara ikki aftur í áttatiárini«

»Tað skal loysa seg at skunda sær«




SANDBLÁSING

Til ber at blása allar jarnlutir fullkomuliga reinar og rustleysar. Eru lutirnir ov stórir at verða fluttir til Ljósáar, ber til at fara á staðið við kompressara og amboðum at blása.

Vanligt er, at lutirnir verða fluttir til Ljósáar og settir í sandblásingarklivan. Uttanfyri stendur hjartað í virkinum; ein 20 M3 Atlas Copco kompressari, sum rekur blásingarskipanina.


Rustur loysnar

Sandblásingin er skipað soleiðis, at slangur ganga inn í klivan, og á slanguendanum er ein dýsa, har trýstið er eini 8 bar. Tá ið dýsan verður opnað, stendur sprænurin av smáum stálperlum úr henni. Við hesum verður jarnluturin sprændur. Rustur og annað loysnar, og jarnið stendur eftir, púra reint.


Sjálvvirkandi sóping

Í gólvinum í klivanum er ein serlig uppsavningarskipan. Meðan blást verður, verður gólvið sópa av sær sjálvum. Stálsandurin verður sópaður niður í eina sloku, og haðani verður hann sogin upp í eina reinsiskipan. Síðani verður sandurin endurnýttur alt fyri eitt.


Sink-spræning

Eftir sandblásing er vanligt, at lutirnir verða metalklæddir. Hetta verður gjørt í øðrum kliva og við aðrari slanguskipan. Maðurin stendur við eini pistól, har tveir træðrir úr sinki renna út ígjøgnum. Streymur er á, og tá ið træðrirnir koma saman, verða teir bræddir, og av tí at lufttrýst er í pistólini, verður bræddað sinkið sprænt upp á lutin. Sinkspræningin verjir væl móti rusti.


GLASBLÁSING

Bert rustfrítt stál verður glasblást. Viðgerðin er at kalla hin sama, sum tá ið sandblást verður. Men í hesum føri verður blást við evarska smáum glasperlum. Orsøkin til, at teir ikki nýta stálperlur, er, at tær rusta. Festa tær seg upp á tað rustfría stálið, hevði tað annars rustfría verið rustlitt eftir fáum døgum.


Stálið skiftir lit

Trýstið í glasblásingar dýsuni er ikki meira enn eini 3 bar, men úrslitið er sera gott. Rustfrítt stál er vanliga blankt og glinsandi. Tískil síggjast skøvur sera væl á tí. Men tá ið tað er glasblást, verður tað javnt grátt á liti, og tað glitrar nærum ikki longur. Sveisingar, ið síggjast væl á rustfríum stáli; oftast bláligar á liti; fáa fullkomuliga sama lit sum tilfarið sjálvt.


Mest fyri eygað

Tvær høvuðsorsøkir eru til, at rustfrítt stál verður glasblást. Onnur er, at soleiðis slepst undan at reinsa sveisingarnar við sera sterkari og vandamiklari sýru. Hin er, at keyparin vil hava, at tað rustfría stálið er so vakurt á at líta sum gjørligt!