Eivør fer á tveimum konsertum leygardagin at syngja Blue Christmas sum duett við amerikanska sangaranum John Grant.
Laugardalshöllin í Reykjavík er karmur um konsertirnar Jólagestir Björgvins, har 12 sangarar og útivið 400 tónleikarar og starvsfólk skapa ársins jólakonsert í Íslandi. Konsertin leygarkvøldið er langt síðan útseld, so eyka konsert verður leygardagin seinnapart.
Millum jólagestirnar er okkara egna Eivør, ið bæði skal framføra sjálv og saman við ymiskum øðrum sangarum.
Eivør, ið júst var lend í Íslandi, tá vit fingu orð á hana fyrr í dag, var spent til leygarkvøldið, og gleddi seg m.a. til at syngja Blue Christmas saman við John Grant.
Eins og Eivør, hevur amerikanska megastjørnan eitt tætt tilknýti til Íslands. Grant býr nevniliga í Reykjavík og spældi inn sína nýggjastu útgávu Pale Green Ghosts, har. Fløgan, ið kom út í mars er vælmóttikin. Hetta er fyrsta útgáva hjá John Grant, síðan fantastisku debutina Queen of Denmark frá 2010.
Tað er eingin ivi um, at tað verður ein stór uppliving at uppliva John Grant og Eivør royna at gera Elvis Presley og Martinu McBride kunstin eftir, útgávan við teimum báðum, men vera millum best umtóktu jóladuettir nakrantíð