Black Friday komin fyri at vera

Kundarnir vilja hava Black Friday, siga stjórarnir í Elding og Power

Black Friday er komið fyri at vera í Føroyum.

Tað halda í øllum førum stjórarnir báðir í stóru elektronikkhandlunum, Power og Elding.

Høgni Zachariassen, stjóri í Power, sigur, at tað hevur verið støðugur vøkstur í søluni á Black Friday seinastu árini, og Black Friday sølan í ár setti met.

Somuleiðis sigur Mads Andrias Winther, stjóri í Elding, at Black Friday sølan í Elding veksur ár um ár.

Hóast kanska serliga flatskermar eru synonymir fyri Black Friday sølu, eru so at siga allir vørubólkar umboðaðir í søluni, siga báðir stjórarnir.

Teir meta eisini, at Black Friday sum søludagur er komin fyri at vera.

– So leingi sum tað er nakað, sum kundarnir trýsta eftir at fáa, so fer tað at vera her. Tað er nokk komið fyri at vera, sigur Høgni Zachariassen, sum eisini ger greitt, at tað eru nógvir kundar, ið spyrja eftir Black Friday í tíðini upp til søludagin.