Dagurin byrjaði tíðliga við eini verkstovu, har børn lærdu at mála eina føroyska blómu og helt áfram allan dagin við verkstovum, sum allar fagnaðu føroysku náttúruni.
Vit plantaðu, gjørdu blómuprýði, vóru á blómuveiðu og smakkaðu køkuna, sum vann køkukappingina "Søta Blóma" Dagurin endaði við eini gandakendari løtu í vøkru viðarlundini úti í Grøv, har fólk hugnaðu sær við grillunum og spæli í ánni, meðan Steintór og vinfólk undirhildu, skrivar klaksvik.fo, og har er eisini hópur av myndum at síggja.










