Samstarv í Atlantshavi. Blue?n?Icy er samtak av 5 norðurlendskum plátufeløgum. Víðari kann sigast, at hetta er úrslit av ætlan, sum Nora setti í verk.
Hesi hava fingið sær felags búmerki og heiti. Tað bláa er væl skilligt og eisni hetta við ísinum. Bókstavurin ?n? stendur so bæði fyri ?and? og fyri tí norðurlendska.
Millum avrikini er fløgan Rock fram the cold seas, filmurin Frostpop og ávegis er fløgan World from the cold seas.
Heimasíðan
Rakul Guðjónsson umboðaði Blue?n?Icy á Midem. Har var nógv gjørt burturúr alnótini og júst alnótin hevur týdning fyri Blue?n?Icy.
Nýggja heimasíðan hjá samtakinum er snøgg, aktiv og hevur stóran týdning í samstarvinum út í heim.
- Allar royndirnar og sambondini frá Midem knýta seg ikki at ávísum forlag, men koma tónleikinum í Útnorði til góða, sigur Rakul.
Tað sermerkta við heimasíðuni er, at vitjar ein har, so vitjar ein samstundis øll 5 forløgini í samtakinum.
Nógvir trupulleikar eru við samstarvinum Hav er ímillum og feløgini eru sera ymisk, men møguleikarnir við samstarvinum tróta hinvegin heldur ikki.
- Er ein á netinum, so er ein longu úti í stóru verð, uttan størri hóvasták, sigur Rakul.
Tað er fyritøkan VIT, ið hevur gjørt heimasíðuna, ið er sera aktiv og verður røkt, so hon broytist alla tíðina.
Rakul mælir tónleikaáhugaðum til at vitja síðuna: bluenicy.nora.fo
- Tey fáu á Midem, ið hava áhuga fyri grønlendskum trummudansi, hava óivað eisini áhuga fyri føroyskum dansi, og umboðini eru øll á hesi somu heimasíðu, vísir Rakul á.
Síðani Rakul var á Midem, hevur hon fingið fyrispurningar frá tveimum, ið hon hitti har.
Ein tíðindamaður úr Canada hevur hug at keypa eitt eintak av hvørjari útgávu hjá øllum 5 feløgunum, tí hann skrivar eina bók. Hann er áhugaður í framhaldandi samstarvi. Hin er póllendingur, ið frammanundan hevur samband við Tutl, og sum nú eisini arbeiðir fyri Blue?n?Icy.
Komu í blað
Nakað annað, sum vísir áhugan hjá útlendingum er, at hóast danir royndu at koma í stevnublaðið á Midem, so eydnaðist tað ikki. Men eftir støðugar royndir, eydnaðist tað at fáa føroysku luttøkuna nevnda. Tónleikur við rót byrjar at vekja áhuga ymsastaðni í heiminum.
Annað sermerkt, ið hendi í Cannes var, at DR2 hevði samrøðu við Rakul. Hetta tí, at DR2 tosaði við størsta luttakaran. So var eisini áhugavert at hitta tann minsta og vita, hvørji ørindini vóru á Midem.
Rakul metir, at tað í dag ikki snýr seg um at seta nakrar hundraðtúsund krónur í ætlan og so vita, um okkurt kann fáa gjøgnumbrot.
Tað snýr seg hinveg um grundleggjandi heimaarbeiði í PR og at gera vart við seg.
- Heimurin mettast av stóru plássunum og leitað verður nú út í krókarnar, metir Rakul.
Hon sigur, at internet radio er frammaliga. Ofta er býtt upp í ymisk øki landfrøðiliga. Hon vísiti einum slíkum radio á, at Føroyar, ella Atlantsøkið, var ikki á teirra lista. Tá gjørdust tey sera áhugaði og skuldu bøta um hetta.
Sama var galdandi hjá stóru on-line fyritøkuni Phono.
Digitalur eftirbátur
Ein av metingunum hjá Rakul Guðjónsson, eftir at hava vitjað Midem, er at framtíðin liggur í, at keyparin sjálvur velur sær út tann tónleik, hann hevur áhuga í.
Royndir eru longu gjørdar við hesum á netinum. Keyparar kunnu velja tónleik og kunnu t.d. á henda hátt finna júst røttu gávuna.
Eftir at hava valt, skrivar kundin eitt heiti á fløguna og eina serstaka gávuheilsan.
Rakul metir, at hetta við egnum vali av tónleiki verður framtíðin innan fløgur, men tó hvørva gomlu fløgurnar ikki. Tær koma undir list.
- Tað er ein samfelagsskylda at syrgja fyri, at vit ikki gerast digitalur eftirbátur, metir Rakul.
Hon heldur hava stóran týdning, at føroyingar finna eina leið og eina ætlan, tá tað snýr seg um tónleik og útflutning.
Tað er ikki skyldan hjá einum forlag. Her eiga vit at vísa felags andlit, heldur Rakul. Eingin orsøk er at royna í hvør sínum lag og harvið oyðileggja seg fíggjarliga.
Hon vísir í hesum sambandi á, at heimasíðan hjá Blue?nIcy er eitt hent amboð, sum longu er ttil taks.
Áhugaverd tónleikatøl
Sum heild vísa hagtøl, at søla á alnótini er í miklum vøkstri.
Dømi er kendi poppbólkurin Beastie Boys.
Eftir at hava loyvt kundum at gera og velja seg fram til fløgu við teimum løgum, teir vilja sjálvir, er sølan økt 265%, í mun til søluna undan hesi roynd.
Um 19% av øllum lesandi í Europa ?downloada?. T.v.s. taka niður av netinum.
Í USA er talið 34% og 72% spæla PC tónleik.
Útflutningur
Tá talan er um útflutning av tónleiki er USA nummar eitt og Ongland(UK) nummar tvey. Nummar 3 er Svøríki.
Har fáa tey meira inn í skatti (frá tónleikaídnaðinum), enn tey nýta til hetta. Abba hevur selt 400 milliónir eintøk og koma eftir The Beatles, ið hava selt 1000 milliónir eintøk.