Bochum tosar um Toda

Men føroyski landsliðsmaðurin í FCK hevur einki hoyrt um, at hann møguliga skal til Týsklands at spæla fótbólt

Yrkisfótbóltur


Todi Jónsson hevur havt nógvan undanvind í heyst. Í gjár søgdu vit, at hann í onkrum av donsku bløðunum mánadagin fekk besta ummælið av øllum spælarunum, sum vóru í Parkini sunnudagin.

At tað hevur gingið væl hjá Toda, hava tey eftir øllum at døma eisini lagt til merkis aðra staðni enn í donsku fjølmiðlunum.

Í stóra týska ítróttarblaðnum Sport Bild stóð í síðstu viku at lesa, at bundesligu felagið VFL Bochum skuldi vera áhugað í at keypa Toda Jónsson. Venjarin hjá felagnum varð endurgivin fyri at hava sagt, at teimum tørvaði ein evnaríkan og skjótan álopsspælara, og at Todi Jónsson avgjørt hevði verið ein møguleiki til álopsplássið. Eftir at fimtan umfør eru avgreidd í bundesliguni, er Bochum á átjanda og aftasta plássinum.

? Eg havi einki hoyrt um hetta, fyrrenn tit siga tað. Tað hevði verið ein avbjóðing at spælt í álopinum hjá teimum. Men eg taki sovorðin tíðindi púra róliga. Eg trívist væl í FCK, har eg eri sáttmálabundin í tvey og eitt hálvt ár afturat. Tað ræður um at vísa støðug avrik hvørja ferð. Eg havi ongantíð kent, at avrikini hava verið so støðug, sum tey hava verið, síðani eg slapp av við skaðan, ið eg fekk, tá eg var í Føroyum og spældi landsdyst ímóti Slovenia. Um nakað felag verður áhugað, so mugu teir venda sær til FCK. So fáa vit at síggja, hvat felag talan verður um, hvat teir eru sinnaðir at betala, og hvat FCK og eg sjálvur kunnu fáa burturúr. Tað er ein langur vegur, men sjálvandi er tað spennandi, heldur Todi Jónsson.


Spenningurin varðveittur

Í kvøld fer FCK at spæla venjingardyst í Parkini. Teir skulu spæla ímóti Rosenborg, sum fyrireikar seg til í komandi viku at spæla UEFA Cup dyst. Tá stríðið í kvøld er liðugt, skulu teir í FCK møta einar tvær ferðir afturat. So fáa teir vetrarfrí, og 3. januar fara teir undir fyrireikingarnar til seinna helming av kappingini um DM.

? Fyri okkum hevði tað alstóran týdning, at vit fingu øll stigini sunnudagin. Vit hava síðstu tíðina spælt fleiri kostnaðarmiklar javnleikir. Tíbetur hava hini úrslitini lagað tað soleiðis, at vit framvegis eru við í kappingini um DM. Hjá okkum kom tað væl við, at Jákup Mikkelsen og teir mánakvøldið tóku øll stigini frá Brøndby. Tað verður hugaligt at fara undir aftur kappingina, heldur Todi Jónsson, sum roknar við, at FCK ? akkurát sum í fjør ? í fyrireikingunum í vetur fer á venjingarlegu í Suðurafrika.


Ongland fylgir við

Todi Jónsson hevur ongantíð fjalt yvir, at hann hevur havt serligan áhuga fyri eingilskum fótbólti, og at Liverpool hevur verið felagið hjá honum. Higartil hevur einki felag í bestu eingilsku deildini givið til kennar, at teir hava verið áhugaðir í Toda. Men tað tykist, sum um eingilski fótbóltsheimurin fylgir væl við donskum fótbólti og ikki minst FCK.

Í vikuskiftinum ljóðaði, at Aston Villa er áhugað í David Nielsen. Myrki álopsmaðurin megnaði ikki at koma á liðið í FCK. Í nakrar vikur hevur hann roynt seg í Grimsby í næstbestu eingilsku deildini. Har hevur David Nielsen staðið seg so mikið væl, at Birmingham felagið sigst hava fingið eyga á hann. Ein annar álopsspælari, sum Aston Villa heldur eyguni við, er Ebbe Sand, danski landsliðsmaðurin í Schalke 04 í bundesliguni.

Í fyrradagin ljóðaði, at eitt annað av stórfeløgunum í Onglandi hevði verið í FCK og keypt inn. Talan er um Arsenal. London felagið hevur skrivað sáttmála við 17 árar gamla verjuspælaran Sebastian Svärd.

? Hann hevur spælt á talentliðnum hjá okkum, sum hoyrir heima í KB. Eg kenni ikki so nógv til hansara. Hann hevur onkra hendinga ferðina vant við superligu hópinum. Hann sigst vera sera evnaríkur, og tað er einki at ivast í, at Arsenal hevur sæð hann sum ein møguleika at gera íløgu í, sigur Todi Jónsson.