Børn eru ein íløga, og útbúgving er ein íløga. Tí mugu hesi ikki forða hvørjum øðrum.
Børn skulu ikki gerast forðingar fyri útbúgving og útbúgving skal ikki gerast ein forðing fyri at fáa børn!
At vera lesandi er fulltíðararbeiði, og at vera foreldur ert tú alt samdøgrið. Tí letur tað seg ikki gera at bæði lesa, hava børn og arbeiða. Tí má stuðulsskipanin eisini taka hædd fyri teimum, ið hava børn.
Vanliga stuðulsupphæddin frá Studna er nú 5.278 krónur um mánaðan og hækkar eftir summar. Tað er sjálvandi gleðiligt at vanligi studningurin hækkar, men barnastudningurin er alt ov lágur. Hevur tú eitt barn, fært tú 1.222 krónur fyri hvørt barn. 1.222 krónur aftrat vanliga studninginum røkka ikki langt, tá ein hevur goldið fyri klæðir, blæður og aðrar vanligar útreiðslur. Aftrat tí má tað eisini verða møguligt at luttaka í samfelagnum. Tað veri seg innan ítrótt, skótar, tónleik ella okkurt annað. Aftrat øllum hesum kemur helst dýrasti posturin: bústaður.
Hetta snýr seg ikki um luksus, men um at hava ráð til tað mest grundleggjandi.
Skal tað veruliga gerast gjørligt hjá smábarnaforeldrum at taka útbúgving, er neyðugt, at stuðulsupphæddin hækkar. Tað eigur at vera ein politisk raðfesting. Samfelagið hevur brúk fyri útbúnum fólkum, og tí mugu karmarnir eisini fylgja við. Tá vit gera tað lættari at velja bæði børn og útbúgving, verður tað eisini lættari at velja Føroyar til og styrkja samfelagið sum heild. Alt kostar pengar, og tann íløga, vit gera í børnini og tey lesandi, kemur at styrkja samfelagið.
X við René Karbech Rasmussen
Javnaðarflokkurin











