Bogaskjóting fingið altjóða viðurkenning

Bogaskjóting: Altjóða limaskapurin gevur bogaskjótingini nýggjar møguleikar

24. august 1997 er ein stórur dagur í søguni hjá føroyskari bogaskjóting.

Hendan dagin gjørdist nýggja Skjótisamband Føroya nevniliga limir í altjóða bogaskjótisambandinum FITA.

Føroysk bogaskjótifólk við Schandorff Vang, ið síðani er vorðin formaður í Skjótisambandinum, hava í longri tíð arbeitt við at fáa altjóða viðurkenning.

Eitt av krøvunum fyri slíkari viðurkenning var at hava egið sersamband, og tað hava føroysk bogaskjótifólk fingið í summar.

Men onnur krøv vóru eisini, umframt høvuðsnevnd verður kravt at sersambandið eisini hevur lógarnevnd og dómaranevnd.

Hetta hevur verið arbeitt við, og nú er hetta við at koma upp á pláss.

Og 24. august kom umsóknin hjá Føroyum, saman við einum 10-12 øðrum umsóknum, til viðgerðar á aðalfundinum hjá FITA.

Væl gekst, og ongin hevði nakað at fílast at okkara umsókn, so viðgerðin endaði við, at Føroyar einmælt vórðu atkvøddar at gerast limir í FITA.


Norðurlendskur limaskapur

Nú var rættilig ferð komin á Skjótisamband Føroya. Norðurlendska bogaskjótisambandi hevði eisini fund í Kanada, meðan HM-kappingin fór fram har, og Schandorff Vang skrivaði í skundi eina umsókn til hetta sambandið eisini, og løtu seinni hevði Skjótisambandið fingið limaskap í Nordisk Bueskytte Union, NBU.


Altjóða kappingar

Limaskapurin í altjóða samgongunum gevur føroysku bogaskjúttunum møguleikar at luttaka í fleiri altjóða kappingum.

Norðurlendska sambandið skipar fyri NM-kapping, sum skiftir ímillum tey ymisku Norðurlondini.

Schandorff Vang, formaður í Skjótisambandi Føroya, sigur við Sosialin, at tey nú sjálvi vara at seta síni egnu krøv til skjúttarnar. Ætlandi fara hesi krøvini at svara til eitt sindur hægri enn nr. 64 hevur í altjóða kappingum. Har er tað nevniliga so, at 64 tey bestu í einari stórari kapping koma víðari til finaluumfarið, og føroysku luttakararnir ætla at koma so langt, tá tey eina ferð fara í altjóða kapping.

Eisini er ætlanin at luttaka í norðurlendskum kappingum, og hvør veit, kanska ganga ikki so nógv ár til NM-kapping verður í Føroyum.

Møguleikarnir fyri at hava NM-kapping í Føroyum eru til staðar, tí til slíkar minni kappingar eru møguleikar fyri at gera undantøk frá teimum strongu altjóða krøvunum.